Ung og vaksin

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Agurkutíðin er eitt journalistiskt úttrykk fyri, at nærum einki av týdningi er at skriva um í summarferiuni. Hetta er tó ikki altíð støðan, og als ikki í Kirkjuligu Heimamissiónini.

Eisini vit gleðast um summarferiuna, har ung sum eldri fáa møguleika at gera nakað annað enn tað, vit kenna frá gerandisdegnum. Aftur í ár kunnu vit gleðast um ein ungdóm, ið leitar sær á legu, og við teimum eisini mong vaksin.

Uppgávurnar í missiónsarbeiðinum eru nógvar, og tí kunnu vit í felag við tøkk bara fegnast um øll, ið gera tænastu fyri Harranum. Takkandi frelsara okkara, ið gav lív sítt okkara vegna, sleppa vit nú eisini at tæna honum og næstanum við.

Dovinskapur ber ringan ávøkstur, men øðrvísi er við ídni og næstakærleika. Ja, ímynda tær úrslitið, um vit øll somul fingu umsett góðan vilja til veruliga gerð. Í hesum sambandi eru ógvuliga nógvir møguleikar í Kirkjuligu Heimamissiónini, eini leikmansrørslu, sum í størstan mun er borin av sjálvbodnari tænastu. Hetta er hugburður, ið vit ynskja og áhaldandi vilja eggja til.

Sum menniskju hava vit tørv fyri hvør øðrum, og tí er gagnligt at spyrja: Hvat kann

Eg vera og gera fyri mín næsta? Hesin hugburður er alneyðugur í missiónsarbeiðinum. Tíbetur nýta  mong ung menniskju nógva tíð og orku í missiónsarbeiðinum, og tað sama kann sigast um mong vaksin.

Seinnu árini hevur gongdin tó verið tann, at ung og vaksin ikki eru so nógv saman. Vit gleðast um ungdómin og alt ungdómsarbeiðið, ið tey ungu í alstóran mun sjálv standa fyri. Men er henda gongdin nóg góð?

Sum vaksin skuldu vit gjarna havt fleiri lívsroyndir og størri kunnleika í kristnu læruni. Tørvar ungdóminum ikki eisini góðar fyrimyndir? Her liggur ein stór uppgáva í okkara samtíð.

Um vit sum vaksin ikki vilja tosa og vegleiða okkara ungdóm, so verður tað bara onkur uttanfyri heimið, ið fær hendan avgerandi leiklut, og tað er ikki altíð nøktandi. Støðan er jú tann, at mong ung hava nógvar spurningar, og her mugu vit vera teimum til hjálpar, so tey kunnu verða ment og varðveitt í kristnu trúnni.

Sum tíðirnar skifta, so eru vit komin hagar, at vaksin veruliga mugu gerast týðilig og kenna ábyrgd fyri, at alt altso ikki er eins gott og gagnligt. Ungdóminum tørvar vís vaksin, ið eisini vilja lurta og nýta tíð saman við teimum.

Vaksin mugu vilja ungdómin og gera tær íløgur, ið eru neyðugar. Um lívsroyndir skulu verða nøkrum at gagni, so mugu tær deilast.

Lættast er at bera seg undan og umbera seg við manglandi eftirspurningi. Djarvari er at bjóða seg fram, og hví ikki tað, tá ið ein hevur nakað at geva?

Guds kirkjulið á foldum hevur mangar limir, og í øllum uppgávum liggur eitt ynski um uppbyggiligar relatiónir ímillum menniskju. Hesin hugburður sprettur úr tí tríeinda Gudi og varð menniskjum ógvuliga týðiligur í tí lívi, Jesus livdi.

Í Jesusi hava vit frelsuna og fyrimyndina, sum okkum tørvar, og í Jesusi kunnu vit eisini verða ein fyrimynd fyri ungdómin. Latum okkum tí vera tað vit eru í trúnni á Jesus – eisini yvirfyri tí ungdómsskara, ið veruliga tørvar vaksna og búna nærveru.

Símun P. Jacobsen