Ungar kristnar kvinnur
Ein kanning á kristnu ungdómssíðuni Adamogeva.dk staðfestir, at kristnar kvinnur kenna seg alsamt meira einsamar og trýsta til sex. Sostatt vísir hetta eina danska ungdómsmentan, ið liggur fjart frá tí, Bíblian sigur til samkomur og menniskju.
Tað tykist vera alt meira ein ósunn gongd í trivnaðinum hjá kvinnum í kristnum felagsskapum í mun til sjálvvirði og einsemi. Hetta er niðurstøðan í eini stórari kanning av heimasíðuni, Adamogeva.dk, ið verður rikin av Indre Mission.
Kanningin er gjørd á 2.104 persónar millum 13-30 ár, har fleiri enn 9 út av 10 kenna seg sum kristin og nærum 85% eru partur av eini samkomu. Kanningin er gjørd millum ung í KFS, Oasuni og Mosaik úr Hvítusunnurørsluni. Fjórða hvør genta millum 13-14 er sera einsom. Millum 15-18 ár er sama talið minkað niður í 21,4% og millum tey uppá 19-30 ár er sama talið 17,9%.
Einsemi gongur hond í hond við lágt sjálvvirði fyri nógvar av teim ungu, ið hava svarað spurnaarkið. Ein stórur partur av teimum tosar heldur ikki við nakran annan um sínar persónligu trupulleikar.
Umframt trivnaðin hjá teimum ungu setur hon eisini sjóneykuna á viðurskifti teirra til kyn, sex og mørk. Her sæst, at nærum annarhvør av teimum ungu kvinnunum millum 15 – 18 ár hava upplivað óynskt nartl og handskarí, ið fór um teirra mark. Í øllum bólkinum var eisini ein stórur bólkur, ið hava havt eina kynsliga byrjan, ið varð komin í lag vegna trýst frá partnara.
“Fleiri kvinnur enn menn hava kent seg trýstar til eina kynsliga byrjan- og fyri tær 15-18 ára gomlu er hetta fjórða hvør.” Staðfestir frágreiðingin. Eisini verður sagt, at næstan fimta hvør genta og fjórði hvør drongur vóru antin full ella skeiv, tá tey vóru saman kynsliga fyri fyrstu ferð.
Hóast ógvisligu tølini eru tølini kortini betri á báðum parametrum í mun til líknandi kanning, sum Adamogeva.dk gjørdi í 2016.
Tro&Mission: Nicklas Lautrup-Meiner