Uppskot til heimalestur

av Ova Brim

Rit at prenta:
Uppskot til heimalestur

  1. Syngið ein sálm saman. Helst ein av teimum meira kendu.
    Her er leinkja til góðan sálmasang í kringvarpssavninum
    Og her finnur tú sálmabókina á netinum
  2. Bøn verður hildin,
    har løtan verður løgd í Guds hendur. Henda bøn, kann t.d. verða biðin:
    Harra, vár Guð, himmalski faðir, vit takka tær, fyri at tú ert hjá okkum bæði tá ið vit eru
    glað, og tá ið vit eru hørm, bæði tá ið tað gongst okkum væl, og tá ið tað gongst okkum illa.
    Vit takka tær, fyri at tú ert góður við okkum og ikki vendir tær frá okkum, tá ið vit gera
    nakað skeivt, men vilt hjálpa og fyrigeva okkum. Vit takka tær, fyri at vit kunnu koma til tín
    við øllum, sum vit ganga og hugsa um. Tí biðja vit teg, hjálp okkum at halda okkum nær at
    tær og at gera tín vilja, so at vit kunnu vera góð hvør annan og alt tað, sum tú hevur skapað.
    Tað biðja vit um í Jesu navni, hann, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans, ein
    sannur Guð um aldur og ævir allar!
  3. Lesið evangeliið til dagin.
    Tekstirnir eru at finna í stóru sálmabókini. Men eisini her
  4. Lesið síðani ein lestur til dagin.
  5. Bøn við tøkk verður hildin.
    T.d. kann verða biðið:
    Guð og faðir okkara, tú, sum kennir og elskar okkum, vit biðja fyri kirkju tíni her hjá okkum
    og um allan heimin. Vælsigna tey, sum hava eina serliga tænastu í kirkjuni.
    Vit biðja fyri øllum menniskjum, fyri teimum, sum vit eru góð við, heimum okkara,
    foreldrum, systkjum, vinfólki og teimum, sum vit ikki kenna.
    Vit biðja fyri øllum børnum, hvar tey enn eru, heima ella úti. Lat tín verndareingil vera
    hjá teimum.
    Vit biðja fyri teimum sjúku, teimum, sum syrgja og eru kedd, her hjá okkum og allar staðir.
    Troysta tey, sum gráta.
    Vit biðja fyri teimum, sum kenna seg einsamøll, sum verða argað og happað, teimum, sum
    verða forfylgd og eru bangin.
    Vit biðja fyri teimum fátæku og øllum, sum líða neyð. Lat øll, bæði smá og stór, fáa mat og
    klæði og eitt stað at búgva.
    Varðveit land okkara og øll lond. Ver hjá teimum, sum stýra og ráða. Hjálp teimum at gera
    eftir vilja tínum, so at menniskju og dýr, jørð og plantur kunnu hava tað gott.
    Góði Guð, hjálp eisini okkum at tæna tær, at gera væl ímóti hvør øðrum og at fara væl um
    jørðina, plantur og dýr.
    Tú, sum lovaði at vera hjá okkum, tá vit vórðu doypt. Vit biðja teg, hjálp okkum at lurta eftir
    tí, sum tú hevur at siga okkum, og at vera tær lýðin. Lat einki skilja okkum frá tær, men halt
    í hond okkara og leið okkum fram gjøgnum lívið. Og tá vit einaferð ikki skulu vera á jørðini
    meir, lýs tá fyri okkum og leið okkum heim til tín, har tað er vakurt og gott at vera.
    Takk fyri, at tú í dag hevur talað til okkara við tínum orðið!
    Hoyr okkum í Jesu navni! Amen.
  6. Biðið Faðirvár saman
  7. Risti krossmerkið fyri andlit tykkara og sigi: Í navni faðirsins og sonarins og heilaga andans.
  8. Sálmur sungin.