Útbyggingin: Líður væl við høllini

Arbeiðið at útbyggja Leguhúsið í Nesvík gongur framá. Í løtuni eru menn millum annað í holt við at grava fyri kloakkrørum frá nýggja bygninginum, sum myndirnar vísa.

Eisini leggja týskir fakmenn ítróttargólv á í høllini næstu tvær vikurnar. Tá tað arbeiðið er gjørt, er høllin sum heild liðug. Tó er stólatribunan ikki klár at seta upp enn.

Arbeiðið verður avhendað, tá høllin og millumbygningurin við felagsøkinum eru liðug. Arbeiðið at gera kamarslonina lidna er ikki við í arbeiðstøkuni. Ætlanin er at gera tað arbeiðið við sjálvbodnari arbeiðsmegi.

Útbyggingin er mett at kosta um 30 milliónir krónur og verður fíggjað við gávum. Her sæst meira um útbyggingina.  Til ber at tekna seg til fasta mánaðargávu ella at geva eina einstaka gávu. Tað kann gerast her,  ella við at venda sær til sín egna peningastovn.

LES EISINI  Arbeiðsdagur í Nesvík í morgin!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina