Væleydnað hugnakvøld í Salt

Leygardagin 22. september hevði Føroyska Sjómansmissiónin hugnakvøld í Salt á Drelnesi, í samband við at Sjómansmissiónin er 100 ár.

Myndir: Torleif Johannesen

Skipaða arbeiðið hjá Sjómansmissiónini byrjaði á Tvøroyri í 1918, og tí var tað upplagt at hava fyrsta hugnakvøldið av seks um landið á Tvøroyri. Samstundis var tað hugaligt, at nýskrivaða bókin um søguna hjá Sjómansmissiónini varð løgd fram.

 

Góð uppmøting

Umleið 200 fólk leitaðu sær í Salt hetta kvøldið, og fleiri teirra høvdu ikki verið inni har fyrr. Har er “vítt til veggja og høgt til loftið”, sum mangan verður tikið til, og tí var tað eitt gott val at hava kvøldið har.
Felagssangurin gekk væl, og streingjakórini í Porkeri og Sumba og menn av Tvøroyri og Hvalba sungu til stóra gleði fyri áhoyrararnar. Sjómanstrúboðarin hevði andaktina. So var bjóðað til fiskasuppu og góðan drekkamunn, við køkum av ymiskum slagi, sum sjómanskvinnuringarnir í oynni høvdu gjørt.

Streingjakórið í Sumba

 

LES EISINI  100 ár síðani Tórshavnar sjómansheim varð vígt

Lýsti søguna
Aftaná góða drekkamunnin, prát, hugna og kórsang, fekk Frants Jensen, journalistur, orðið. Hann greiddi í stuttum frá søguni hjá Sjómansmissiónini við orðum og myndum. Eisini segði hann frá bókini um Sjómansmissiónina, sum hann hevur skrivað og sum eitur: “Lívgað sjófólk í eina øld”.
Mong keyptu hana við heilsan frá høvundanum í. Frants fekk eisini blómutyssi frá Heima – og Sjómansmissiónini.

Frants Jensen og konan Marna

Tá høvi so var til at bera fram heilsanir, vóru tað fleiri, sum tóku orðið. Tað var bæði hugaligt og stuttligt at lýða á frágreiðingar og upplivingar, sum fólk søgdu frá í samband við arbeiðið hjá Sjómansmissiónini – bæði í Føroyum og uttanlands.

Sjómansmissiónin fekk eisini peningagávur frá fleiri og ikki minni enn 10.000 krónur frá Tvøroyrar kommunu.
Sjómanstrúboðarin fekk eisini heilsanir, tøkkir og gávur fyri arbeiðið síðstu 25 árini.
Jógvan Højgaard, trúboðari, endaði kvøldið við orði og bøn, áðrenn sjósálmurin: “Stýr míni skútu í ódn og logn” varð sungin.
Sjómansmissiónin takkar øllum, sum virkaðu við og sum vóru við til kvøldið.
Eisini verður takkað fyri gávur og heilsanir.
Gud signi Sjómansmisisónina, sjófólkið og alt Føroya fólk.

LES EISINI  Sjómanskvinnuringarnir savnast í Nesvík

Anita og Tummas gjørdu fiskasuppu

Anita og Tummas gjørdu fiskasuppu

Fleiri hugnakvøld

Í kvøld 24. september klokkan 19.30 verður hugnakvøld í missiónshúsinum á Sandi.

Mikukvøldið 26. september klokkan 19.30 verður hugnakvøld í missiónshúsinum Libanon í Sørvági. 

Mánakvøldið 1. oktober klokkan 19.30 verður hugnakvøld í Leguhúsinum í Nesvík fyri Streymoynna.

Týskvøldið 2. oktober klokkan 19.30 verður hugnakvøld fyri Eysturoynna – eisini í Leguhúsinum.

Mánakvøldið 8. oktober klokkan 19.30 verður hugnakvøld í matarhøllini á Kósini í Klaksvík – fyri Norðoyggjar.

ØLL ERU EISINI HJARTALIGA VÆLKOMIN TIL HESI HUGNAKVØLDINI

 

 

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina