“Til kokkin!”

Tá  jólapakkarnir frá sjómanskvinnuringunum vórðu býttir út umborð á frystitrolaranum Nærabergi í desember í fjør, var ein pakki tilskilaður kokkinum.

– Ja, tað stóð uttaná pakkanum, at hann var til kokkin, sigur Elmar Krosstein, sum var kokkur tann túrin. – Tað var sjáldsamt, tí tað er als ikki vanligt, og so var tað fyrsti jólapakkin, eg havi fingið á sjónum. Eg havi verið lærari í mong ár og var í farloyvi sum kokkur við Nærabergi, og so fái eg ein ávísan pakka. Eg pakkaði spentur upp og fekk eitt vakurt fyriklæði. Kort var eisini í og adressa, men tá pappírið frá mongum pakkum varð ruddað burtur, var kortið eisini burtur, tíverri. Tað eri eg keddur av. Minnist meg rætt, so var gevarin av Toftum, sigur Elmar.

Elmar var kokkur við Nærabergi, tá hann fekk pakkan til kokkin.

Elmar siglir við Norðingi, nú sjómanstrúboðarin hittir hann og frættir hesa søguna. Tá Elmar varð biðin um at vísa fyriklæðið, segði hann, at tað var heima.

LES EISINI  Sera forkunnug upptøka: Sangur og andakt á sjómansheiminum í Føroyingahavnini

– Ja, fyriklæðið er so vakurt, og hendingin var so sjáldsom, at eg nýti tað mest heima. Gevarin skal hava eina hjartans tøkk, sigur Elmar brosandi.

Manningin á Norðingi fekk jólapakkar fyrradagin, men Elmar roknar ikki við, at søgan endurtekur seg.

Teimum umborð á Norðingi og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Norðingur. Mynd: Páll Róland Petersen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina