Vælkomin til eitt spennandi bíbliuskeið
Sum áður lýst, verður árliga bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini í Leguhúsinum í Nesvík
22.- 25. august. Undirvísari verður Øssur Kjølbro, prestur, sum kemur at gjøgnumganga útvaldar tekstir úr Hebrearabrævinum. Tímarnir verða hóskvøldið, fríggjadagin og leygardagin fyrrapartin og um kvøldið.
Seinnapartin leygardagin verða fýra ymiskir áhugatímar. Teir verða tvær ferðir, klokkan 14. og 16, so luttakararnir kunnu velja tveir teirra. Evnini, sum verða gjøgnumgingin eru: ”Tann kristni og Ísrael”, ”At verða andalig foreldur”, ”Hví eru náðigávurnar góðar og neyðugar?” og ”Trúgv og vitlíki”
Leygarkvøldið kl.21 verður felagsungdómsmøti í høllini og hugnaløta og drekka í matarsalinum.
Sunnudagin verður gudstænasta við altargongd, og skeiðið endar við døgurða og rudding.
Tekningin fer fram á mission.fo undir tilmelding til tiltøk. Síðsti dagur at tekna seg er mánadagin 19. august, men vælkomin at tekna tykkum áðrenn.
Faldarar um bíbliuskeiðið verða sendir út um landið í vikuni.
Vælkomin til eitt spennandi vikuskifti, har tú ert saman við Guds fólki – um Guds orð.