Varða væl um jørðina

Suffía Nón

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Fyri góðum mánaði síðani var altjóða ruddingardagur – eisini í Føroyum. Nógv tons av ruski varð ruddað og burturbeint, men longu nú síggi eg, at summi økir – ið vórðu ruddað tá – longu eru full av burturkasti. Fløskur, plastikposar, pitsabakkar og annað liggja og sløðast. Hvussu ber hetta til?

Náttúran, hetta flotta skapanarverkið, ið vit hava fingið til láns at búleikast í og varða um, er full av ruski. Eg øtist og fari at hugsa: Eru vit ov líkaglað viðvíkjandi dálking í náttúruni? Ella lukka vit bara fyri, tá ið tosað verður um dálking? Líkaglað ella ikki, so hava vit frá Gudi fingið ábyrgdina at varða um jørðina.

Í Sálmi 24,1-2 stendur: “Foldin er Harrans og fylli hennar, heimurin og tey, ið heimin byggja. Tí hann hevur lagt hennar grundvøll í havið, yvir streymum hann hevur hana fest”.

Í 1. Mósebók, kapittul 2,15 stendur: “Og Harrin Gud tók Ádam og setti hann í aldingarðin Eden til tess at dyrka hann og varða um hann.”

Her stendur tað púra greitt, at Gud eigur jørðina, og vit eru sett at ansa og varða um hana. Tí er tað í roynd og veru bíbilskt at fara um jørðina við djúpari virðing. Men hetta gongur tíanverri ikki so væl í løtuni.

Hvørt ár enda 8-15 milliónir tons av plasti í havinum. Hendan mongdin svarar til ein fullan lastbil pr. minutt, og ein vantar at mongdin er tvífaldað í ár 2025. Hetta eru øgilig tøl, og sum gongdin er nú, verður tað í ár 2050 meira plast í havinum enn fiskur. Streymur og vindur ger, at plastið savnast í samantrunkaðum “plastsuppum” í heimshøvunum. Hesar plastsuppur fylla tilsamans sama flatamál sum Afrika. Fiskur, hvalur og sjófuglur doyr í hungri við maganum fullum av plasti. Umhvørvisfrásagnir um heimsins støðu frá ST eru alarmerendi. Vit hava ilt við at minka um CO2 útlátið – tvørturímóti, so veksur tað, sjálvt um vit í felag hava ásett mørk fyri útlátinum. Vit síggja eisini, hvussu veðurlagið broytist, summarið 2018 var tað heitasta, ið mált er í nógv ár. Hetta gevur trupulleikar við til dømis skógareldum og skerpingi.

Sambært Dávids sálmum, eigur Gud jørðina. Um vit ikki virða jørðina og djórini, ið búleikast á henni, virða vit í roynd og veru ikki Gud. Tað er hugvekjandi, at vit í Bíbliuni kunnu lesa, at Gud hevur givið menniskjunum serliga ábyrgd at varða av náttúruni og djórunum. Og tað er hendan ábyrgdin, ið vit eru noydd at taka meira í álvara.

Hvat nú um tað var eitt 11. boð, ið segði: Tú skalt varða væl um náttúruna? Hevði tað gjørt nakran mun? Eg veit ikki, men tað ger einki, um vit brúka hetta boðið í okkara gerandisdegi, so vit eru meira tilvitað um dálking í náttúruni. Vit eru í øllum førum noydd at síggja støðuna í eyguni, og málrættað biðja fyri, at heimsins leiðarar, lokalir politikarar og tey einstøku kunnu fáa dirvi, vilja, megi og vísdóm at taka tær røttu avgerðinar viðvíkjandi umhvørvistrupulleikanum.

So hava vit kanska hug at siga: Hvønn mun ger tað, um eg velji at tveita eina fløsku á sjógv ella ikki? Alt ger mun, og eg trúgvi, at Gud gleðist fyri hvønn tyggigummipakka, ið verður tikin upp av vegnum og koyrdur í ruskspannina. Alt ger mun, tá ið talan er um at varða um jørðina, júst soleiðis sum vit eru sett at gera.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina