Varnast Guds ynski í tí lítla

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tá etisk mál verða viðgjørd í løgtinginum, er vanligt at hoyra fólk harmast í almenna rúminum, um at landsins lógir ikki verða í trá við Guds fyriskipan. Hetta er ein demokratiskur rættur, sum vit sjálvandi hava loyvi at brúka. Bæði fyri og ímóti.

Hvat er so at gera tá úrslitið ikki er soleiðis, sum eg ynski at tað skal vera. Ein møguleiki er at rópa hart, larma nógv ella at fáa fólk at taka synd í tær.

Ein annar møguleiki er at grundgeva. Trupulleikin við grundgevingum í slíkum viðurskiftum er, at grundgevingar krevja sama grundarlag. Um grundarlagið ikki er tað sama, so hava grundgevingarnar onga ávirkan.

Set fyri, at vit vóru nøkur, sum royndu at fáa tamarhald á vaksandi kropsvektini og fóru uppá A, við hesum felags grundarlagið hevði tað givið meining at sagt: “Vit mugu ikki eta kakur, tí vit eru uppá A!”. Um eg var saman við øðrum fólki, sum høvdu annað grundarlag, hevði tað verið órímiligt at sagt: “Tú mást ikki eta kakur, tí eg eri uppá A!”. Tað er ikki undarligt um onkur argast inn á slíka útsøgn.

Um nøkur fólk ynskja eitt sukurfrítt samfelag, tí tey halda at sukur er ringt fyri fólk, ímeðan onnur halda, at sukur er so herligt, at vit kunnu ongantíð fáa nokk av tí. So er tað sera trupult at gera lógir, sum báðir partar eru nøgdir við. Úrslitið verður onkur neyðsemja, sum gera tað møguligt hjá báðum pørtum at liva eftir síni sannføring. Eftirfylgjandi vilja báðir partar royna at tillaga neyðsemjuna, so hon gevur fleiri fyrimunir til teirra part. Hetta er ein demokratiskur rættur, sum báðir partar í grundini eru glaðir fyri.

Eg trúgvi, at Gud ynskir at ávirka okkum soleiðis, at vit fáa eitt gott lív. Bæði sum einstaklingar og sum fólk. Ávirkanin kemur í gjøgnum tey, sum vilja lata seg ávirka.

Ávirkanin kemur fyrst og fremst í tí smáa. Tær smáu avgerðirnar leggja grundarlagið fyri tær stóru avgerðirnar. Tá ein stór avgerð skal takast, er í veruleikanum ikki so nógv í at velja. Við støði í øllum teimum smáu avgerðunum, sum eru tiknar frammanundan, so er ofta bara eitt í at velja.

Jesus sigur: “Tann, sum er trúgvur í tí minsta, er eisini trúgvur í stórum; og tann, sum er órættuligur í tí minsta, er eisini órættuligur í stórum.” (Luk 16, 10).

Vit kunnu harmast um, at landsins lógir ikki eru í trá við Guds fyriskipan. Men landsins lógir forða okkum ikki í áhaldandi at ynskja Guds vilja framdan í okkara egna lívi.

Fyri meg og nógv við mær, er tað her, at størsta avbjóðingin liggur: At æra Gud í tí lítla.

Eg hevði ynskt, at eg dugdi betur at æra Gud í lítlum gerandis viðurskiftum, tað hevði havt stóra ávirkan á mítt egna lív, samveruna við familju, vinir og starvsfelagar. Og at enda eisini landsins lógir.

Christian Joensen, Saltangará