Veðurtænastur og trúarspurningar

Christian Joensen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nú heyst- og vetrarstormarnir koma á okkum, eru vit fleiri, sum javnan hyggja eftir veðurforsøgnum. Har eru nakrar at velja ímillum, yr.no, theyr.tv, dmi.dk og fleiri afturat. Tað kundi verið áhugavert at spurt fólk, hvørja veðurtænastu tey brúka og hví. Eg rokni ikki við, at nakar sigur: “Mær dámar best X, tí tey lova altíð tað besta veðrið”. Nei, fyrsta treytin, vit seta til eina veðurtænastu, er, at forsagnirnar eru eftirfarandi. Í øðrum lagi hevur tað týdning, hvussu forsagnirnar verða lagdar fram.

Vanliga siga vit, at tað er ringt at spáa um veðrið, men um vit ikki hyggja longur enn tveir dagar fram, so eru forsagnirnar rímiliga eftirfarandi. Tveir dagar eftir eina forsøgn kunnu øll semjast um, um forsøgnin var sonn ella skeiv. Øðrvísi er við trúarspurningum; vit eru samd um okkurt, og okkurt annað eru vit ósamd um. Vit skulu ikki bara bíða tveir dagar fyri at finna út av, hvat er rætt og hvat er skeivt. Í staðin verður tað ein lívslong tilgongd, har vit so við og við koma til royndar um teir stóru spurningarnar.

LES EISINI  Eg elski teg!

Um onkur sigur, at Gud er ein djevul, so leypa fleiri av okkum upp úr stólinum fyri at verja Gud og siga: “Nei, hann er kærleiki!” Onkuntíð haldi eg, at fólk skulu hava loyvi til at halda slíkt. Til dømis hava fólk, sum eru í sorg, meira tørv á okkara umsorgan enn á okkara rættleiðing. Um fólk sjálv venda sær til Guds og geva honum ábreiðslurnar, so er tað hansara uppgáva at rættleiða.

Viðhvørt haldi eg, at okkara boðskapur um Guds kærleika kann fatast sum ein heimilan av hansara eksistensi. Tað vil siga, at um Gud ikki er kærleiki, so er hann ikki til. Hetta er púra skeivt, tí Gud er Gud, óansæð um vit trúgva á hann ella ikki. At Gud er til og at Gud er kærleiki, eru tveir ymiskir veruleikar. Annar er ikki treytaður av hinum. Tá vit boða gleðiboðskapin, er tað ikki mest umráðandi at “selja tann besta gudin”. Nei, vit skulu eftir førimuni vísa á sannleikan.

LES EISINI  10 orð eg ongantíð gloymi

Tað kann gott vera freistandi at selja eina veðurtænastu, sum bara lovar gott veður, men tað heldur ikki í longdini. Sannleikin er meira umráðandi enn møgulig gleði í boðskapinum.

Á sama hátt sum fólk hava ymiskar fatanir av, hvat kærleiki er, so hava fólk eisini ymiskar fatanir av, nær ein boðskapur er gleðiligur. Tí er tað meira umráðandi at boða sannleikan um Gud, enn at boðskapurin er gleðiligur. Tíbetur nýtist hetta ikki at vera ein trupulleiki, tí sannleikin um Gud er eisini ein gleðiboðskapur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina