Víst kunnu vit gera mun

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tað er sera stuttligt og stimbrandi at síggja hugagóð sýrisk børn í flóttafólkalegum gera skúlating, tí føroysk sunnudagsskúlabørn og onnur hava gjørt hetta møguligt við at savna pening inn til skúlafrálæru gjøgnum sjónvarp.

Hetta sóu vit í filmsupptøku næstseinasta vikuskifti, tá ið Rita Elmounayer, stovnari og leiðari fyri kristnu sjónvarpsrásina Sat-7 Kids í Miðeystri, vitjaði ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Fyri stúvstappaðum leguhúsi, har meira enn 500 børn og foreldur tóku lut, greiddi hon frá, at stuðulin úr Føroyum veruliga munar. Skúlaverkætlanin hjá Sat-7 Kids ber heitið My School, og er frálæra í arábiskum, enskum og støddfrøði gjøgnum sjónvarp. Hóast trot á so nógvum øðrum hava børnini atgongd til sjónvarp í flóttafólkalegunum.

Tá ið børnini verða spurd, hvat hægsta ynski teirra er, svara tey, at tey vilja sleppa at ganga í skúla. Útbúgving leggur lunnar undir eina betri framtíð og ger tey eisini minni viðkvom fyri valdmiklum bólkum við ivasomum motivum.

Afturat peninginum frá sunnudagsskúlabørnum kring landið, eisini gjøgnum sunnudagsskúlafestivalin Summargleði í Klaksvík, hevur Menningargrunnurin hjá Føroya Landsstýri stuðlað hesi skúlaverkætlan við 160.000 krónum. Fyri avgerðina hjá grunninum hevði tað stóran týdning, at føroysk børn frammanundan stuðla so væl. Jú, víst kunnu okkara børn gera mun!

Men vit vaksnu kunnu eisini gera mun. Sum greitt frá ymsastaðni, eisini her í blaðnum, verður nú farið undir at byggja út Leguhúsið í Nesvík. Til tað er eisini tørvur á sera góðari undirtøku kring alt landið. Eisini henda stóra verkætlan fer at gagna túsundtals børnum og ungum, umframt vaksnum og tilkomnum, og hon røkkur eisini langt inn í framtíðina.

Hóast samfelagið er broytt nógv seinastu 25 árini, er áhugin fyri teimum fjølbroyttu legunum framvegis stórur, og alsamt fleiri vilja á legu í Nesvík. Vit gleða okkum til tann dag, tá ið bíðilistar eru ein farin tíð. Men fyri at gera hesa bjørtu og spennandi hugsjón til veruleika krevst, at so mong sum gjørligt eru við. Tí víst kunnu vit gera mun!

Arbeiðið, at savna inn neyðuga peningin, verður skjótt í hæddini, og øll húsarhald í Føroyum kunnu vænta sær kunning og umbøn um stuðul. Samlaði kostnaðurin fyri útbyggingina er stórur, men tó ikki størri enn verandi leguhús kostaði at byggja fyri umleið 25 árum síðani. Tað sigur okkum, at tað ber til, um mong eru við og taka væl undir, eins og tá. Sum so mangt annað er tað í grundini ein spurningur um vilja og raðfesting.

Við hesum eru øll boðin at vera við í eini spennandi og framskygdari verkætlan, sum uttan iva verður til gleði og gagn fyri sera mong. Jú, víst kunnu vit øll gera mun!