Vit vilja sjálvi ráða …

Ein góðveðursdag komu tveir bátar inn eftir firðinum. Hin fremri sleipaði hin aftara, sum fleyt tungt í sjónum. Tað var skilligt at okkurt óvanligt var hent. Jú, í góðveðrinum var maður farin út at skjóta fugl – einsamallur. Eingin annar bátur var úti har á leiðini júst tá.

Óhappið var á ferð hendan dagin. Maðurin var áhaldsin og datt við byrsuni, og eitt skot gekk av og fór ígjøgnum bátin har frammi, beint undir vatnganginum. Sjógvur kom inn. Maðurin gjørdi skjótt av, læt seg úr troyggjuni og stappaði hana í holið, fór síðan aftur og setti fulla ferð á motorin. Hann vónaði, at báturin fór at lyfta seg so mikið upp framman, at hann kundi sigla til lands. Men tað gekk ikki, báturin tók sjógv inn og tyngdist meir og meir. So var bert eitt seinasta at gera – at fara upp á motorhúsið, veittra og rópa í vón um, at onkur hoyrdi  og bar eyga við hann.

                Ein maður í lítlu bygdini norðanfyri var henda dag farin upp á takið at mála og hevði varnast, at har var galið vorðið. Hann leyp niður, fekk menn við sær og kom neyðstadda manninum til hjálpar í evstu løtu – fingu mannin umborð, settu fast á bátin og sleipaðu hann inn.

Tí at tann, ið meg finnur, finnur lívið og nýtur av Harranum signing.  Men tann, ið meg missir, skaðar seg sjálvan, allir, ið meg hata, elska deyðan.”
Orð. 8,35-36

Mangur fer út í lívið einsamallur. Hann ella hon vilja so fegin vera harrar í egnum lívi. Har skal eingin koma og siga, hvussu tey skulu liva. Heldur ikki Gud skal koma har og siga okkum sína hugsan, vegleiðing og rættleiðing.  Vit vilja sjálv ráða.

                 Men so kann tað henda, meðan vit eru mitt úti á lívsins havi og halda væl stendur til, at vit snáva og falla og hol kemur á okkara tilveru, á okkara dreymar og visiónir. Vit royna fyrst at bjarga okkum sum frægast, men tað hjálpir ikki.  So er bert neyðarrópið eftir. Og tað vísti seg so, at vit vóru ikki so sjálvbjargin, sum vit hildu.

                Men tað, sum vit mangan lítið gáa um, er, at tað er ein, sum hevur eitt vakið eyga við okkum og vil bjarga okkum, um vit leita til hansara. Tað nyttar einki, at vit sjálv royna at tetta okkara lívsfar og bjarga okkun til lands. Tað má vera ein uttanífrá, ein hægri makt, ein, sum hevur alt vald bæði í himni og á jørð. Tað má vera ein, sum er deyður fyri okkum fyri at bjarga okkum. Og hann er Jesus Kristus.

                Vit lósu her: “Tí at tann, ið meg finnur, finnur lívið og nýtir av Harranum signing.”
                Gud sigur her, at finna Hann, at liva saman við honum, tað er lívið, tað sanna lívið. Tá er Hann við í okkara lívsfari yvir um lívsins hav. Tá eru vit ikki einsamøll. Tá skulu vit ikki noyðast at tetta her og har fyri at halda okkum omaná. Tá er tað Hann, sum heldur okkum uppi og førir okkum fram og at enda í ta himmalsku havnina.

                Mong eru tey, sum fingu at hoyra boðskapin um Jesus í barna –og ungdómsárum og ganga við krossmerkinum, sum tey fingu í tí heilaga dópinum og eiga lut í tí sáttmála, sum Gud gjørdi við tey.
Men teimum longdist út, tí har var meir lív og spenningur. Har vóru so víðar ræsur til alt í lívinum. Tað tyktist, at heima í faðirhúsinum var so trongligt og lítið spennandi.

                 Men lítið visti mann, at Gud hevur nógv meir at geva enn tað, sum vit síggja og sansa. Hann hevur frelsuna at geva okkum, Hann hevur himmalin sum mál hjá okkum at ganga fram ímóti. Hann hevur hitt æviga lívið heima hjá sær at geva okkum. Og so hevur Hann eisini lovað at vera við okkum allar dagar, alt til veraldar enda.

                Jesus er okkara atgongd til Faðirin. Hann er okkara atgongd til Guds náði. Hann er hitt sanna lívið, tí hann er upphavið at lívinum – bæði hinum likamliga og andaliga.

                Nei, tað er ikki trongligt hjá Gudi, tvørturímóti. Tað er trygt hjá Jesusi – í trúnni á hansara deyða og uppreisn.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina