Vit vita einki at gera…

Tá ið ovurmiklir herar úr Móab og Ammon lupu á Jósafat kong í Juda (2. Krýn. 20), stóð honum greitt, at bara Gud kundi bjarga teimum.
Hann minti Gud á lyftið: ”Um ein vanlukka kemur yvir okkum, annaðhvørt tað er fíggindaherar, pest ella hungursneyð, so skulu vit koma til hetta templið, har tú býrt, og biðja teg um hjálp, so tú kanst leggja uppí og bjarga okkum!”

Guð vár, vilt tú tá ikki lata dóm ganga yvir teir? Tí at vit eru einki mentir móti hesi miklu mannfjøld, sum kemur ímóti okkum, og vit vita einki at gera, men til tín horva eygu vár!«
2 Krýn. 20,12


Og víðari bað hann: ”Vit eru einki mentir móti einum so ovurmiklum heri, og vit vita einki at gera, men vit líta á hjálp tína!”
Gud er hin sami í dag. Tað eru vit, sum hava broytt kós. Tað eru vit, sum hava gjørt okkum leys og hava kvett við Gud, av tí at vit halda, at vit duga sjálv.

Jósafat kongur og judamenn vóru so sperdir, at teir viðgingu: ”Vit hava ongan kjans at vinna henda bardaga,
og vit vita ikki, at ið vit skulu gera!” Men so komu loysnarorðini, tey bjargandi orðini: ”Men Harri, eygu okkara eru vend móti tær.”
Hasa bønina áttu vit øll at biðið, bæði høgur og lágur.

Bønin hjá Jósafati stendur í Gamla Testamenti, men Jesus endurtekur hana í Jóh. 15,5:

Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.
Jóh.15,5

Effie Campbell umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina