– Vit ynskja fleiri fólk til gudstænasturnar
Føstugudstænastur: Sunnudagin var sunnudagur í føstuinngangi í kirkjum okkara.
Teksturin henda dagin var úr Matteus evangeli’inum kapittul 3, 3-12 um Jóhannes doyparan, sum biður fólk um at venda um, tí at Himmiríkið er í nánd.
Fyri kirkju okkara merkir hetta, at nú kemur tíðin við teimum nógvu gudstænastunum mitt í viku – sum oftast mikukvøld ella hóskvøld, men onnur kvøld verða eisini brúkt.
Her er eitt gott høvi hjá kirkjufólkinum at hoyra um alt tað sum hendi fyri 2000 árum síðani, í tíðini upp móti stóru høgtíðini á páskum.
Ella, sum tikið verður til einastaðni: Føstan er ein ferð, har vit fylgja Jesusi til Jerúsalem. Og her vit hoyra og merkja líðing hansara líka til krossin á Golgata.
Í nøkrum av teimum smærru og størru plássunum verður meiri gjørt burturúr enn vanligt. Onkrastaðni koma solistar og bólkar inn at syngja, onkur spælir eitt klassiskt stykki, ella presturin velur at lýsa eitt ávíst evni í prædikuni.
Tvey av prestagjøldunum, har meiri verður gjørt burturúr í ár, eru í Sandoyar prestagjaldi og Norðstreymoyar eystara prestagjald. Í seinna førinum verða føstugudstænasturnar enntá spjaddar yvir øll seks kirkjuliðini í økinum.
– Her í Norðstreymoy royndarkoyra vit nevniliga eina ætlan, har vit ynskja at samansjóða fólkið, við at fara á ferð runt til allar kirkjurnar og ein skúla í prestagjaldinum, upplýsir sóknarpresturin Jákup E. Petersen.
Fyrstu føstugudstænasturnar verða í kvøld, og soleiðis verður hildið á hesar komandi seks vikurnar.
Vónin og bønin hjá prestunum og kirkjuráðunum er sjálvandi tann, at fleiri fólk koma til hesar gudstænasturnar.
Fleiri fólk
Í teimum størru kirkjunum kring oyggjarnar er ofta betri møguleiki at gera okkurt serstakt undir eini føstugudstænastu.
Men í ár er kortini líkt til, at nakrar av teimum smærru kirkjunum eisini ætla at gera meiri burturúr, soleiðis at undirtøkan kann gerast góð.
Heima á Sandi er eitt av hesum støðum. Gudny Diana Hentze, sum er forkvinna í kirkjuráðnum upplýsir, at tey byrjaðu við hesum í fjør.
– Tað var kanska ikki so góð undirtøka, sum ynskiligt var til føstugudstænastur. Men vit góvust kortini ikki á hondum, leggur hon aftrat.
Eitt uppskot kom tá fram, um at gera eitt sindur meiri burturúr hvørjari av teimum íalt seks føstugudstænastunum í ár.
– Í hesum lá, at um vit skipaðu so fyri, at vit fingu prest til meira enn tað eina kvøldið, sum vanligt var – og samstundis fingu fólk at syngja undir gudstænastuni og bjóðaðu ein drekkamunn aftaná – so komu kanska fleiri fólk til føstugudstænasturnar, sigur Diana.
Hugskotið var gott, og tað vísti seg eisini, at tað vóru væl fleiri fólk til gudstænasturnar enn áðrenn. Tí var avgerð tikin um at royna tað sama í ár.
– Vit hava eisini gjørt av, at flyta gudstænastuna frá klokkan 20 til klokkan 19. Á henda hátt passar alt betri til siglingina hjá Teistanum, tí nú kunnu vitjandi koma og sleppa avstað aftur í ordiligari tíð, um tey ynskja tað, sigur Gudny Diana Hentze.
Fyrsta gudstænastan verður í kvøld, har fyrrverandi sóknarpresturin í prestagjaldinum, Jákup Reinert Hansen prædikar og bólkurin Bíbliu Brøður fer at syngja. Aftaná verður ein drekkamunnur í forkirkjuni.
Prædika um ávíst evni
Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi eru íalt fimm kirkju og ein skúli, har gudstænastur kunnu vera hildnar. Kirkjur eru í Hvalvík, Saksun, Hósvík, Haldórsvík og Tjørnuvík, og skúlin í Langasandi.
Nú, ið vit eru farin inn í føstuna, er avgerð tikin um at gera eina roynd við einum leisti, har gudstænastur verða skipaðar á øllum seks støðunum.
– Vit gera í ár eina roynd, har vit fara á eina samansjóðandi ferð runt í prestagjaldinum, sigur Jákup E. Petersen.
Fyrsta føstugudstænastan verður í Hvalvíkar kirkju í kvøld klokkan 20, har Jógvan Fríðriksson, biskupur prædikar. Hann fer at tosa um evnið ”Føstan og skapanarverkið”. Sangluttøka verður við Jan Jacobsen og Jórun Pólsdóttir. Aftaná er drekkamunnur í prestagarðinum.
Prestur upplýsir, at endamálið við nýggju skipanini er at varðveita nakað av siðvenjuni í føstugudstænastuni.
– Seks biðikvøld eru í føstuni, og hóskar tað sera væl til okkara prestagjald, her seks støð eru, har gudstænastur verða hildnar.
– Vit hava haraftrat valt ávís evni til gudstænasturnar, so at fjølbroytni er í skánni viðvíkjandi innihaldi og framførslu. Vit vóna somuleiðis, at vit fáa eina góða samveru við drekkamunninum aftaná, sigur Jákup E. Petersen at enda.
Nærri verður sagt frá føstugudstænastunum á Facebook-síðunum hjá Sandoyar prestagjaldi og Norðstreymoyar eystara prestagjaldi.
Orð: Snorri Brend/Mynd: Sands kirkja og Gudny D. Hentze
Kelda: folkakirkjan.fo