Gevur føsta meining – í 2019?

Seinasti sunnudagur var sunnudagur í føstuinngangi, og fastalávintsmánadagur var fyrradagin, men tað er ikki fyrrenn í dag, øskumikudag, at sjálv føstutíðin byrjar. Fyri tey flestu hevur alt hetta tó lítið og einki at týða, tí føstan er bert eitt heiti á kalendaranum og tað at fasta er fremmant. Men eigur tað vera so?

Fyrst heitið øskumikudagur. Øska er ikki í ókend í Bíbliuni. Bæði í Gamla og Nýggja testamenti er øska tekin um sorg, um angur og umvending (t.d. 2 Sám 13,19; Job 42,5-6; Jer 6,26; Dán 9,3; Luk 10,13; Hebr 9,13).

Av hesum er íkomin ein gomul kirkjulig siðvenja tann dagin, tá føstutíðin byrjar, og henda siðvenja verður enn hildin í summum kirkjum. Ein prestur dyppar ein fingur niður í øsku saman við eitt sindur av vatni og teknar ein kross á pannuna hjá tí einstaka. Hetta skal minna tann einstaka á, at vit menniskju í grundini eru dust og einaferð aftur verða dust. Men samstundis ljóðar tann kristna vónin, at vit eisini skulu rísa upp aftur úr dustinum til ævigt lív saman við tí upprisna.

Óivað tykist hetta teimum flestu nú á døgum fremmant, men man tað ikki vera nakað sunt við tí at læra, at vit menniskju eru deyðilig? Vit gera jú næstan alt fyri at látast sum um, at hetta jarðarlív ongan enda hevur. Onkur hevur sagt tað so, at einans tann, sum hevur sæð í eyguni, at hann/hon er deyðilig/ur, livir veruliga!

Hjá okkum seta mong føstuna einamest í samband við føstugudstænastur, har vit serliga dvølja við ta líðing, sum Jesus fór ígjøgnum fyri at vinna heiminum frelsu og ævigt lív. Men í grundini hava hesi bæði heldur ikki einki við hvørt annað at gera: Jesu líðingarsøga og at vit hugsa djúpari um lívsins álvarsomu spurningar.

Men finst nøkur vegleiðing til nútíðarmenniskjað, hvussu ein kann fasta í 2019? Niðanfyri eru nøkur góð ráð og hugskot, sum kunnu hjálpa onkrum í gongd.

LES EISINI  Poddvarp: Føsta hjálpir okkum at sansa kristna boðskapin

Prædikutekstirnir hjálpa

Prædikutekstirnir í kirkjuni teir næstu fýra sunnudagarnar dvølja við tað stríð, sum ein kristin stendur í ella kann koma í. Harvið minna teir okkum á tað lív, sum vit eru doypt til at liva. Nevniliga at vit dagliga taka kross okkara upp og fylgja Jesusi eftir. Tekstirnir snúgva seg nevniliga um bardagan móti freistingum, stríðið við at treingja inn til Guds og bardagan móti teimum óndu maktunum. Men í øllum hesum stríði hjálpir Gud okkum og gevur okkum tað, sum okkum tørvar.

Góð ráð og hugskot

At fasta er sjálvboðin at siga frá sær eitthvørt, sum í sjálvum sær er gott, til frama fyri eitt hægri endamál.

Føsta og bøn hoyra saman, men annars eru ongar fastar reglur, sum siga, hvussu ein skal fasta. Tann einstaki hevur frælsi at leggja tað til rættis sjálv/ur, so tað gevur meining.

Tað er tó skilagott at hava nøkur viðurskifti í huga. Tað hevur týdning, at ein ikki setur sær størri mál, enn ein megnar at fremja. Heldur gera eitt sindur og gera tað væl, enn at gera eina rúgvu hálvhjartað. Tí føsta og gleði hoyra saman, og føsta er ikki at gera seg til nakað, ein ikki er, men eitt loyndarmál, sum ein hevur saman við Gudi. Tað hevur eisini týdning at vera ítøkiligur, tá ein setur sær eitthvørt fyri.

Hesar meginreglur eru góðar at hava í huga:

1. Tað skal geva meining

Eg skal kenna, at tað, sum eg seti mær fyri, er rætt og uppbyggjandi og ikki ein byrða, sum onnur leggja á meg.

Jesaja 58,5: ”Man hetta vera føsta, sum mær líkar, at maður ein dag pínir seg sjálvan? At boyggja sítt høvur sum sevið og breiða undir seg sekk og øsku! Kallar tú tílíkt føstu, ein dag til at vinna sær náði Harrans?”

Kolossubrævið 2,20-23: ”Eru tit deyðir við Kristi burtur frá barnalærdómi heimsins, hví lata tit tá, eins og livdu tit í heiminum, slík boð leggjast fyri tykkum: ”Tak ikki, smakka ikki, nem ikki við!” – alt hetta er tó ætlað til at farast við at verða nýtt – samsvarandi mannaboðum og mannalærdómum? Hetta hevur væl orð fyri vísdóm við sjálvgjørdari dýrkan og eyðmýkt og eirindaloysi móti likaminum, ikki við nøkrum, sum er æru vert, eina til mettu fyri holdið.”

2. Tað skal byggja á gleðiboðskapin

LES EISINI  Menn í kjóla. Um føstu.

Eg kann ongantíð vinna náðina við føstu. Men eg kann við føstu royna at siga eitthvørt frá mær, sum forðar fyri at nærkast Gudi, rudda upp í egnum skrambli og geva medmenniskja mínum størri pláss í mínum lívi.

Kolossubrævið 3,17: ”Og alt, hvat tit so gera í orði ella verki, gerið tað alt í Harrans Jesu navni, takkandi Gudi faðir við honum.”

3. Tað skal vera loyniligt/fjalt

Helst skal føsta mín vera loynilig, so at eg ikki verði freistaður til at reypa við henni.

Matteus 6,16-21: ”Men tá ið tit halda føstu, tá skulu tit ikki vera daprir í andlitsskapi eins og falsararnir; tí at teir avskapa andlit sítt, til tess at teir kunnu vísa seg fastandi fyri monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína. Men tú, tá ið tú heldur føstu, tá salva høvur títt og tváa andlit títt, at tú ikki skalt vísa teg fastandi fyri monnum, men fyri faðir tínum, sum er í loyndum; og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær. Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala. Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera.”

Hvat kunnu vit siga frá okkum í føstutíðini?

 

  • Óneyðugt luksus

Eg sigi tað frá mær, so eg kann liva meira einfalt og meta tað hægri, sum eg havi (eitt nú mat og klæði).

  • Njótingar, sum freista og kunnu koma at fylla ov nógv

Eg merki, at eg eri við at gerast ov linur á hesum økinum, og minki tí um tað ella sigi tað heilt frá mær (rúsdrekka, tubbak, sjónvarp, telda, fartelefon…).

  • Kroppurin, sum ikki verður røktur

Eg seti mær fyri at røkja kroppin betur (til dømis við rørslu).

  • Óvanar og gáloysni

Eg vil vera serliga tilvitaður um óvanar og veikleikar, sum fella mær lætt.

  • Tíð til Guds

Eg seti mær eitt ítøkiligt mál, nær eg taki mær (betri) stundir til samveru við Gud í degnum ella vikuni.

  • Góður lesnaður

Eg gevi mær stundir til at lesa eina ella nakrar góðar uppbyggjandi bøkur.

  • Tænastur fyri medmenniskju

Eg vil miða meira eftir medmenniskjum, sum hava tað torført (eitt nú ringja, skriva, vitja, geva pening, berjast fyri rættvísi).

LES EISINI  Bønarløta í Missiónshúsinum í Leirvík

Jesaja 58,6-7: ”Nei, føsta, sum mær líkar, er at loysa leinkjur gudloysis og slíta bond oksans, sleppa kúgaðum leysum og sorla hvørt eitt ok, at býta sítt breyð sundur til svong, húsa neyðstøddum og heimleysum, at tú klæðir tann nakna, sum tú sært, og noktar ikki landa tínum hjálp.”

 

Føsta merkir raðfesting.

Føsta er eitt val.

Føsta er vera uppmerksamur.

 

Víðari lesnaður:

Jette Dahl: “Faste – ganske enkelt. 7 meditationer i fastetiden”. Prorex.

C.S. Lewis: ”Fra helvedes blækhus”, Scandinavia 1991.

Timothy Keller: ”Ikke alt der glimrer er Gud”, Credo 2012

Timothy Keller: ”Bøn”, Credo 2016

Ingolf Henoch Pedersen: ”Ovenlys på faste og forbrug”, Credo 2009

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina