Bókahillin: Tríggjar góðar bøkur til føstuna
Føstan byrjar sunnudagin 2. mars. Her eru tríggjar góðar bøkur at lesa í føstuni.
Við honum út á Golgata
Nógv avhildna “Við honum út á Golgata”, smálestrar til føstuna, fylgir Jesusi hansara líðingargongd fra Getsemane til Golgata. Talan er um 43 lestrar, stuttir tó djúpir, sum hjálpa lesaranum gjøgnum føstuna at hugsa um Jesu líðing. Hon er trúarstyrkjandi og gevur troyst, og er hon eitt gott amboð til at ogna sær boðskapin um Jesu deyða og uppreisn, páskaboðskapin.
Bókin er skrivað av kenda norska høvundanum Fredrik Wisløff. Petur Jacob Sigvardsen føroyskaði.
Forlagið Vøkstur er forlag hjá Føroysku Fólkakirkjuni og útgevari av bókini.
Bókin kostar 225,- kr.
Keyp bókina her…
Drik
Far til kelduna, og sløkk tostan.
Fá tær ein steðg frá øllum tí, sum órógvar í gerandisdegnum.
Bókin gevur tær 40 stuttar andaktir, sum lækka pulsin.
Tær eru vælegnaðar í føstuni, men kunnu brúkast alt árið.
Bókin kostar 130,00 kr.
Keyp bókina her…
Med Gud til faste
Hugleiðingarnar í hesi bókini eru skrivaðar sum ein hjálp til at halda eina uppbyggiliga føstutíð, har ein sunn kropslig føsta verður knýtt saman við tí at lata
Guds orð arbeiða í sinninum.
Tað er upplagt at lesa teir fimm partarnar í bókini í føstuni: Tann fyrsta øskumikudag og hinar fýra býttar upp á sunnudagar í føstuni. Men tað ber eisini væl til at lesa teir aðrar tíðir á árinum, til dømis í sambandi við persónliga hvíld.
Bókin kostar 70,00 kr.
Keyp bókina her…