5 eyðkenni, ið eru góð at vita í samband við øskudag

Øskudagur er í dag 2.3.2022. Fyrsti dagur í kristnu føstuni. Her fáa vit eitt yvirlit yvir siðvenju, ið er fastur liður í katólsku kirkjuni, men sum nú eisini vinnur frama í donsku fólkakirkjuni.

Øskudagur

1. Øskudagurin vísir á byrjanina til 40 daga føstuna upp til páskirnar, har tann trúgvandi verður eggjaður til serliga inniliga bøn og at gera væl og at fasta. Hetta er føst siðvenja í katólsku kirkjuni og opnar fyri at bróta gamla vanar og byrja av nýggjum. Hetta verðu hátíðarhildið øskudag, ið er fyrsti mikudagur eftir føstulávint.

2. Øskudagur vísir á eitt hæddarpunkt í messuni, tá samkoman kemur upp móti altarinum og fær teknað krossins tekin á pannuna við øsku, ella fær stroya øsku í hárið. Øskan sjálv er ein mynd upp á forgongiligheit menniskjans. Menniskjað er komið av dusti og skal aftur verða til dust, og øskan minnir okkum á, at vit als onki eru uttan Gud.

3. Øskan stavar frá pálmasunnudagsgudstænastuni í fjør, tá Jesu koma inn í Jerúsalem verður hátíðarhildin við pálmum. Greinarnar verða síðani goymdar og so brendar at nýta øskudagin. At øskan stavar frá pálmasunnudegi vísir tað týðiliga tilknýtið til páskirnar og harvið Jesu bót fyri okkara syndir.

4. Óvist er, nær og hvar siðvenjan stavar, men fyrstu ferð, hetta hátíðarhaldið verður nevnt er heilt afturi í ár 960 í eini bók um gudstænastur í týska býnum Mainz

5. Hátíðarhelda vit eisini øskudagin í fólkakirkjuni?

Hóast siðvenjan upprunaligt er katólsk er hon kortini vorðin hildin og markerað í fólkakirkjuni kring um í Danmark hesi seinnu árini. Nakrar kirkjur bjóða til øskudagstúrar, og aðrar hava hildið gudstænastur. At danska fólkakirkjan alt meira tekur øskudagin til sín vitnar sambært fleiri prestum um eitt generelt samfelagslit rák, har fysisk ritualir vinna alt meira frama.

Her er leinkja til videobrot har tveir føroyskir prestar, Ovi Brim og Jákup E. Petersen umrøða føstuna og øskudagin og hvønn týdning henda hátíðin hevur og kann fáa á okkara leiðum.
Kristeligt Dagblad av Sara Mathilde Gosmann

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina