10 bíbliutekstir um føstu
Vit eru í føstuni og her eru 10 bíbliutekstir um føstu, freisting og Guds trúfesti.
1. Roynsla og tolmóð
Við tað at tit vita, at roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð. Ják. 1,3
2. Fasta fyri faðir tínum, sum er í loyndum
Men tú, tá ið tú heldur føstu, tá salva høvur títt og tváa andlit títt, at tú ikki skalt vísa teg fastandi fyri monnum, men fyri faðir tínum, sum er í loyndum; og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær. Matt. 6,17-18
3. Kastið alla sorg tykkara á hann
Eyðmýkið tykkum tí undir Guds veldigu hond, fyri at hann á sínum tíma má upphevja tykkum. Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum. Pæt. 5,6-7
4. Sleppa kúgaðum leysum
Nei, føsta, sum mær líkar, er at loysa leinkjur gudloysis og slíta bond oksans, sleppa kúgaðum leysum og sorla hvørt eitt ok. Jes. 58,6
5. Móses fastaði í fjøruti dagar og fjøruti nætur
Og Harrin segði við Móses: «Skriva tær hesi orð upp, tí at samsvarandi hesum orðum geri eg sáttmála við teg og við Ísrael.» Hann varð nú har hjá Harranum í fjøruti dagar og fjøruti nætur og bragdaði hvørki vátt ella turt; og hann skrivaði á talvurnar sáttmálaorðini, tey tíggju orðini. Mós. 34,27-28
6. Jesus í oyðimørkini
Og hann var í oyðimørkini fjøruti dagar og varð freistaður av Sátani; og hann var villdjóranna millum, og einglarnir tæntu honum. Mark. 1,13
7. Nýtt vín upp í nýggjar leðurfløskur
Tá komu til hansara lærusveinar Jóhannesar og søgdu: «Hví halda vit og Fariseararnir stranga føstu, men lærusveinar tínir halda ikki føstu?» Og Jesus segði við teir: «Kunnu brúðmenninir syrgja, meðan brúðgómurin er hjá teimum? Men teir dagar munnu koma, tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, og tá skulu teir fasta. Eingin setir eina bót av ótøvdum vaðmali á eini gomul klæði; tí at bótin skræðir meir burtur úr klæðunum, og holið verður verri. Ikki heldur lata menn nýtt vín upp í gamlar leðurfløskur; annars spreingjast leðurfløskurnar, og vínið fer til spillis, og fløskurnar forfarast; men menn lata nýtt vín upp í nýggjar leðurfløskur, og tá goymast báðir partar.» Matt. 9,14-17
8. Vend um!
Og nú – svá sigur Harrin – vendið um til mín av øllum hjarta við føstu, gráti og venan; álið sundur hjørtu tykkara og ikki klæði tykkara, og horvið aftur til Harrans, Guds tykkara, tí at hann er náðigur og mildur, tolinmóður og góðskuríkur og iðrar seg um tað illa. Jóel 2,12-13
9. Tænaði Gudi nátt og dag
Og har var ein profetkvinna, Anna Fanuelsdóttir, av Assers ætt; hon var avgomul, hevði livað saman við manni sínum sjey ár aftan á jomfrúdagar sínar, og hevði nú sitið einkja fram at fýra og áttati ára aldri. Hon veik ikki úr halgidóminum, og tænaði Gudi við føstu og bønahaldi nátt og dag. Luk. 2,36-37
10. Gud er trúfastur
Tykkum hevur ikki onnur freisting verið fyri enn menniskjulig; men Gud er trúfastur, sum ikki vil loyva, at tit verða freistaðir út um tað, tit orka; men sum saman við freistingini eisini vil gera útgongdina út úr henni, so at tit kunnu halda tað út. Kor. 10,13