Fyrsta krossarorðið
Fyrsta orðið, sum Jesus sigur, er hetta: “Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!” Jesus veit, at teir gera hetta av fávitsku. Tað er ikki ein køld og grov gerð, sum liggur aftan fyri, men ein neyðarslig og stuttskygd gerð.
Jesus visti jú, at Hann var komin til jarðar at doyggja á einum krossi, hetta var Guds frelsuætlan fyri mannaættina.
Tí sigur Jesus í Jóh. 10,17-18: “Tí elskar faðirin meg, at eg seti lív mítt til fyri at taka tað aftur. Eingin tekur tað frá mær; men eg seti tað til av mær sjálvum. Eg havi vald til at seta tað til, og eg havi vald til at taka tað aftur. Hetta boðið fekk eg frá faðir mínum.”
Hesin tankin, at tað ræðuliga, sum varð gjørt móti Jesusi, varð gjørt í fávitsku, gongur gjøgnum alt Nýggja Testamenti. Pætur segði við fólkið seinni: “Nú veit eg, brøður, at tit gjørdu tað av vankunnu.” Áps. 3,17.
Paulus segði, at teir krossfestu Jesus, av tí at teir ikki skiltu, hvør ið hann var. Áps. 13,27.
Tað er ræðuligt, alt tað, sum jødafólkið hevur liðið, av tí at teir krossfestu Jesus. Tey eru kollektivt vorðin revsað, og tey kristnu hava hatað tey fyri júst hetta. Men ein slíkur hugburður er meiningsleysur og óevangeliskur. Jesus, Pætur og Paulus løgdu dent á hetta: “Teir vita ikki, hvat teir gera.” – “Teir gjørdu tað av vankunnu.” – “Teir skiltu ikki, hvør ið hann var.”
Tað lá eitt skýli yvir eygunum á jødum, so teir ikki kundu trúgva.
Men Jesus kom til jarðar sum jødi, og í byrjanini trúði jødafólkið, at Messias, Frelsarin, bara var fyri jødar. Men Guds ætlan var størri, vit skuldu eisini gerast ein partur av Guds familju!
Lat meg taka samanum Jesu fyrsta orð: Tað snýr seg um fyrigeving.
Tað er alneyðugt hjá okkum at fáa Guds fyrigeving. Hon spreingir mørk.
Sten Sørensen.
Effie Campbell umsetti.