Vitjan aftur á Ørkini í Reykjavík
Eftir at eg kom heim frá Íslandi hin 16. mars 2020, var eg nú aftur og vitjaði á Ørkini.
Tað kendist væl at koma aftur til Ísland. Tað er ikki sørt, at mær hevur longst eftir at koma aftur hagar.
Leiðin gekk til Reykjavíkar, har eg var frá 15. til 25. oktober í ár á Sjómansheiminum Ørkini. Eg var sera væl móttikin á sjómansheiminum.
Tann munur sum er nú, er, at hotelstjórin er føroyingur, Barbara Hannudóttir. Saman við manninum, Sólbjørn og einum soni, er føroysk rødd at hoyra aftur á sjómansheiminum dagliga.
Tað eru fleiri ung lesandi í Íslandi, sum eisini eru fatsbúgvandi á Sjómansheiminum, meðan tey eru í lestrarørindum. Hetta er ein gleði, og tað hevur eisini verið gleðiligt at koma at kenna hesi fólk. Eisini eru ferðandi sum gista á sjómansheininum. Tey koma ymsastaðni frá. Millum annað eru føroyingar sum gista, og eisini eru ítróttabólkar sum í nakrar dagar gista á Ørkini.
Hátíðarhald í Hallgrímskirkjuni
Væl dámar mær at koma runt í Reykjavík. Tað er vaksið við fólki aftur úti á gøtuni, síðani eg var har seinast. Tey sum koma til Guðs orð, eru enn líka trúføst í sínum kalli.
Mín fasta vitjan til guðstænastu er í Hallgrímskirkjuni, sum eisini er kendasta kirkja Íslands, og har eg kenni nógv fólk. Har hitti eg eisini føroyingar, sum leita sær til gudstænastu.
Henda eina sunnudagin fekk eg eisini høvið til at vera til hátíðarhald í kirkjuni, nú 35 ár eru liðin, síðani Hallgrímskirkja bleiv vígd. Nógv fólk vóru saman komin henda dag, eisini føroyingar sum vitjaðu í Íslandi. Prestanir báðir, sum eru innsettir har, Sigurður Á. Þórðarson og Irma S. Óskarsdóttur, høvdu gudstænastuna saman henda dagin.
Mikukvøldið legði eg leiðina til møtið í SÍK/Kristniboðssambandið. Henda samkoman minnir meg mest um Heimamissiónina hjá okkum.
Har hitti eg eisini nógv fólk, sum eg eri komin at kenna við tíðini. Henda samkoman arbeiðir eisini nógv við útimissión.
Tað var eitt gott møti hetta kvøldið.
Hóskvøldið skipaðu stjórin og maðurin fyri eini hugnaløtu á Sjómansheiminum. Tað vóru nógvir føroyingar samankomnir til hesa hugnaløtu.
Nú, tað eru so nógv tónleikalesandi, var eisini høvi til at hoyra Leu Kampmann og Vinjard E. Petersen framføra nøkur løg. Felagssangur, kaffi og ymisk spøl vóru eisini á skránni. Gleðin var stór millum fólkið.
Eisini var eg bjóðaður inn til kaffi og máltíð hjá vinum, eg havi í Reykjavík. Blíðskapurin var í hásæti.
Takk fyri
Sunnudagin klokkan 16 var skipað fyri møti á Ørkini. Sjálvur hevði eg møtið.
Vit vóru fleiri, sum vóru komin saman til Guds orð á føroyskum við sangi og talu. Eftir møtið var boðið til ein góðan drekkamunn í matarsalinum.
Tá ið liðugt var, spurdi Jens Peturson, sum er 99 ára gamal og ættaður av Nesi í Vági, um eg hevði hug til at koma til guðstænastu klokkan 20 sama kvøld í Lindakirkju, sum er í grannabýnum Kópavogur.
Jú, vit fóru. Tað var ein sera góð guðstænasta við einum sera góðum rytmiskum gospelkóri, sum hoyrir til kirkjuna. Góður boðskapur og góður lovsangur.
Eg kann ikki annað, enn siga takk fyri signingina.
Ein sera góður túrur.
Bróðurkærleikin vari við! Gloymið ikki gestablídni; tí at við tí hava summir sær óavvitandi hýst einglum
Hebrearabrævið 13, 1-2