Vón í eini ófrættakendari tíð
Brot úr ársfrágreiðingini hjá Sat-7: Innleiðandi orðini til ársfrágreiðingina 2020 eigur Rita El-Mounayer, stjóri á kristnu sjónvarpsrásini Sat7. 2020 gjørdist eitt skakandi og ófriðarligt ár í Miðeystri og í restini av heiminum. Eg takki hjartaliga øllum tykkum, sum bóðu fyri Sat7 í 2020, sum samarbeiddu við okkum og framhaldandi stuðlaðu okkum fíggjarliga í eini ótryggari tíð.
Takka verið tykkum øllum, eydnaðist tað Sat7 at tillaga seg avmarkingarnar sum Covid-19 viðførdi og at taka avbjóðingina, við at stuðla og hjálpa hyggjarum okkara í Miðeystri og Norður Afrika, ígjøgnum nógvar ymiskar kreppur.
Nú vit í ár hátíðarhalda 25 ára stovningardagin hjá Sat-7, kunnu vit eisini staðfesta eitt met høgt hyggjaratal við persónligum vitnisburðum um eitt broytt lív.
Sat-7 heldur á fram við at seta sær nýggj virkismál, fyri at møta fólkinum har tey eru og við tí tørvi tey hava.”
Rita endar síni innleiðandi orð til hesa langu og spennandi ársfrágreiðing við hesum orðum:
”Tit skulu vita, at einki av øllum hesum sum er gjørt hevði verið gjørligt uttan tykkara bønir og gávumildni, sum er komið frá okkara stuðlum runt allan heim. Haldi áfram við at biðja fyri Sat-7 og tit skulu vita, at vit biðja eisini fyri tykkum.” Rita El-Mounayer.
Seinasta heyst varð samtykt, at Heimamissiónin gerst limur og stuðul í Sat-7. Henda avgerð er bæði gleðilig og spennandi, og hevur samstundis bæði ábyrgd og møguleikar við sær.
Undir «Spotlight» í ársfrágreiðingini verða Føroyar heilsaðar við hesum orðum: «Vit bjóða Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum vælkomnum sum Sat-7 partnarar. Heimamissiónin hevur í fleiri ár verið stuðlandi limir, við avmarkaðum rættindum, men ein lyklarás við teirra gávumildni og sum sambandslið við Føroya Landstýri, haðani vit eisini hava fingið stórfingnan peningaligan stuðul til undirvísingarrásina Academy.»
Og undir «A special thanks to our young supporters» vera føroysku børnini eisini nevnd. «2020 var eitt avbjóðandi ár fyri allar okkara stuðlar og hyggjarar. Vit vita, at fyri nógv tykkara liggur ein stórur offurvilji aftanfyri. Sat-7 leiðslan takkar tykkum øllum hjartaliga. Ein serlig viðurkenning til øll børn og ung sum stuðlaðu Sat-7 í 2020, hóast avbjóðingar í tykkara egnu londum. Í Føroyum hava m.a. nøkur hundra sunnudagsskúlabørn savna pening inn til Sat-7 og lært sang á turkiskum máli…. Takk fyri ungu vinir!! Tit eru ein góður íblástur.”
Leystliga umsett
Stuttir vitnisburðir í ársfrágreiðingini:
”Sat-7 ACADEMY er ein dýrgripur, sum gevur menningarmøguleikar við undirvísing og útbúgving ístaðin fyri analfabetismu. Takka verið dugnaligum starvsfólki og undirvísarum so gert alt lættari.” Hany, sýriskur lærari, sum í løtuni undirvísir sýriskum flóttafólki í Turkalandi.
”Eg eri sera takksamur fyri Sat-7. Tit hava verið ein kelda til signing og vón mitt í myrkri og sjúku” Farid, maður í Egyptalandi
”Eg eri 17 ára gamal og havi hugt eftir Sat-7 síðan eg var níggju ára gamal. Eg ynski at takka fyri alt sum eg havi lært, frá mínum barnaárum og inntil nú, tað fyllir meg við gleði.” Jad frá Sýria
”Takk, Sat-7 PARS, fyri at vera her fyri okkum. Tit gera heimin til eitt betri stað við tykkara hjáveru. Mínar løtur í húsavarðhaldi eru fyltar við friði ígjøgnum tykkara vónríku sendingar” Peivand, kvinna í Iran.*
”Eg eri sjúkrarøktarfrøðingur. Eg arbeiði á einum sjúkrahúsi og eigi eina fýra ára gamla dóttur. Hon hyggur eftir sendingum tykkara. Eg vil fegin takka tykkum fyri tykkara bønir fyri heilsustarvsfólkunum. Tað nemur mítt hjartað at hoyra tykkum biðja Guð um verju ímóti Covid- 19.” Nardine, kvinna úr Egyptalandi.
Sat-7 TÙRK er ein vøkur sendirás. Eg lurti eftir henni allan dagin tá eg arbeiði heimanífrá og hon hjálpir mær við at finna endamálið við lívi mínum. Eg livi ikki longur uttan vón men við vón, full av lívi.” Didem, kvinna úr Turkalandi.
”Eg hyggi eftir rásini ”Let´s talk” Eg eri ikki kristin. Eg havi altíð verið óttafullur og bangin. Men ein dagin bað eg og segði: ”Góði Jesus hoyr meg» Eg kom fram á rás tykkara og eri bókstavuligi í eini lívsbroytan júst nú, har eygu míni eru við at vera latin upp.” Umut, maður í Turkalandi