Vónin, eingin kann ræna

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Ein av heimsins bestu filmum eitur “Shawshank redemption” og er millum føroyingar meira kendur við danska heitinum “En verden udenfor”. Filmurin snýr seg um sera harða fongslið Shawshank og fylgir einum fanga, sum varð dømdur fyri nakað, hann ikki hevði gjørt. Einaferð í filminum fær hann sníkt seg inná kontórið hjá ”gudrøkna” fongsulsstjóranum og stongt hurðina. Her setir hann síðani plátuspælaran frá og leggur eina Mozart plátu á, sum fer at runga um alt fongslið, so allir fangarnir og fangavørðarnir steðga á og lurta. Hetta var aldri hent áður! Hetta var óhoyrt.

Revsingin var hørð. Hann varð settur í myrkakamarið í tvær vikur. Útkomnan síggja vit hann seta seg til borðs, og fangavinmenninir undrast stórliga yvir, hví hann er í so góðum lag. Hann hevur jú sitið einsamallur í einum myrkum holi í tvær vikur, og teir spyrja hann.

Hann svarar, at tað vóru lættastu dagar, hann hevði havt, tí hann hevði Mozart at ugga seg. Hann peikar á høvdið og á hjartað og sigur, at tað er tað góða við tónleiki, at hann kann ikki takast frá tær, tá tú hevur hann innaní. Teir tosa víðari, og fangavinmenninir halda fyri, at tað nyttar ikki nógv við tónleiki í einum fongsli sum hesum. Men hann sigur við teir, at tað er júst í einum staði sum hesum, at tað veruliga nyttar, tí tónleikur kann minna teg á, at tað er nakað innaní, sum eingin kann ræna, sum er títt!

Hvat tosar tú um, spyr ein.

Vón.

Vón er eitt vandamikið hugtak, verður aftursvarið. Tað kann ein  gerast svakur av. Og soleiðis hava fólk eisini gjøgnum tíðina tosað um Jesusar boðskap um vón. At tað er nakað, sum ger fólk blind fyri hesum heimi og er ein flýggjan frá veruleikanum. Og rætt hava tey. Nógv flýggja frá veruleikanum. Men ein sannur kristin lærir at síggja veruleikan og at gera nakað við hann, júst tí at vónin ikki er knýtt at hesum heimi, men knýtt til lyftið um ein nýggjan heim.

Men er svarið so, at tú  setur vónina á heimsins ríkidømi, eydnu, heilsuna, útsjóndina ella familjuna? Hvussu verður vónin so, tá ríkidømið haltar, dreymarnir ikki vórðu náddir, heilsan bilar, børnini ikki gjørdu sum ein ynskti, útsjóndin fór sín veg orsakað av tyngdarmegini og fyri ikki at tosa um deyðan – tann stóra fíggindan – sum øll standa yvirfyri? Tað ræðandi er, at tað er møguligt at seta vónina á alt hetta.

Páskaboðskapurin er, at Jesus er heimsins vón.

Øll, sum seta sína vón á Jesus, eru sett frí og kunnu liva fræls í hesum heimi og kunnu njóta Guds gávur og brúka tær í tænastu fyri næstan heldur enn til egintænastu.

Og at enda kunnu vit stara deyðan í andlitið – óttaleys – vegna ta vón, sum ikki sæst, sum Jesus gevur okkum lut í, tí vit í trúnni eru upprisin saman við honum til eitt nýtt lív, sum onga enda fær.

Tað finst ein vón, sum veitir megi mitt í sorg og sút
sum lívgar byrðað bróst, ein troystarkelda fyri tunglynt sinn,
sum royndir lívsins stóð, sum hevjar eygað upp um grøv og deyð.
(Brot úr sangi)

Jákup E. Petersen, Keypmannahavn