VOX syngur Kirk Franklin-sangir í nýggju høllini í Nesvík í november

Sunnudagin 10. november verður gospelkonsert í nýggju høllini í Leguhúsinum í Nesvík. Tað er VOX, sum fer at hava konsert, og á skránni eru sangir hjá amerikanska sangaranum Kirk Franklin.

Kirk Franklin hevur skrivað eina rúgvu av góðum gospelsangum. VOX hevur fyrr sungið fleiri av teimum, men á hesi konsertini verða tað mest nýggir sangir, sum kórið ikki hevur sungið fyrr. Tó so – nakrir av gomlu Kirk Franklin-slagarunum vera við.

Konsertin verður í nýggju høllini í Nesvík tann 10. november.

VOX gospelkór

LES EISINI  Leguhúsið skal hava nýggjan húsavørð
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina