10 ára føðingardagur hjá OM Føroyum

Mikukvøldið 19. oktober varð hátíðarhildið, at tað eru 10 ár síðani at felagsskapurin OM Føroyar varð stovnaður. Føðingardagurin var hildin í bygarhúsinum á Strondum, har nógvir OM vinir vóru samankomnir.

Kvøldið byrjaði við einum drekkamunni og prátið gekk væl. Formaðurin í OM Føroyar, Jens Christian Olsen, bjóðaði vælkomin og legði afturat, at tað var næstan synd at bróta prátið av, men at annað var eisini á skránni og segði síðani, hvat fór at henda hetta kvøldið.

Eftir ein felagssang fekk dagligi leiðarin í OM Føroyum, Danjal av Rana, orðið. Hann bjóðaði eisini vælkomin og vísti ein film frá arbeiðnum hjá OM. Síðani gav hann orðið yvir til fyrsta dagliga leiðaran í OM Føroyum, Anitu Tausen. Anita greiddi frá tilgongdini, hvussu OM Føroyar varð stovnað fyri 10 árum síðani. Áðrenn tað hevði arbeiðið hjá OM í Føroyum verið undir OM Danmark. Anita nevndi nøkur av teimum, sum høvdu havt stóran týdning fyri arbeiðið, m.a. Absalon Áargarð, sum var fyrsti formaður og Heri Kjærbo, sum gjørdist formaður eftir Absalon.

LES EISINI  Eg eri spentur, men veit ikki, um tað verður stuttligt!

Síðani varð ein filmur vístur við heilsanum frá trúboðarunum hjá OM Føroyum. John og Birita Timothy eru millum hesar trúboðarar. Tey eru heima í løtuni, og vóru við til hátíðarhaldið á Strondum, har tey bóru fram eina heilsu.

Talan var um eitt hugnaligt kvøld við góðum felagsskapi og góðari kaku, og prátið gekk væl.

Martin í Grund, sum spældi undir til felagssangin, framførdi eisini ein sang, sum hóskaði væl til arbeiðið hjá OM, sum eisini umfatar OM Ships. Eftir sangframførsluna fekk Danjal av Rana orðið. Danjal er triði dagligi leiðari hjá OM Føroyum. Hann greiddi frá, hvat OM Føroyar fara at arbeiða við komandi 10 árini. Støðið verður tikið í verandi arbeiði, sum heldur fram. OM fer framvegis at senda fólk út í missión. Arbeiðið við TeenStreet heldur fram, og OM fer at senda fólk við skipunum Logos Hope og Doulos Hope. Afturat verandi arbeiði fer OM Føroyar at arbeiða við missión í Íslandi. Í summar vóru Danjal av Rana og Jóhan Petur Johannesen í Íslandi. Allastaðni, har teir komu, søgdu fólkini, at teimum tørvaði hjálp til at reka andaliga arbeiðið. Í framløguni greiddi Danjal frá, at missiónsarbeiðið í Íslandi væntandi verður gjørt í felag við OM í Stóra Bretlandi.

LES EISINI  TEEN-STREET Í ÁR - metár

Eftir framløguna vóru nøkur í salinum, sum komu við eini føðingardagsheilsan til OM Føroyar.

Síðani varð ein felags bønarløta, har byrjað var við tøkk og síðani varð biðið fyri ymiskum londum, har OM hevur arbeiði. Jóhan Petur Johannesen, sum var næsti dagligi leiðari hjá OM Føroyum, leiddi løtuna.

Kvøldið endaði við eini lovsangsløtu, har Randi og Símun Jóannesarson Hansen leiddi lovsangin við klaver, guitar og sangi.

Trúboðin ynskir OM Føroyum hjartaliga til lukku við bøn um Guds ríku signing yvir arbeiðið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina