10 føroyingar við Logos Hope

Føroyingarnir, sum eru við Logos Hope, vórðu allir avmyndaðir saman fyri tveimum døgum síðan, tá ið Logos Hope kom til Maputo í Mozambique

Logos Hope, ið er fyrrverandi Norröna, hevur síðan 2009, tá ið tað var tikið í nýtslu, verið nógvastaðni í heiminum, vanliga tvær vikur í hvørjum stað.

– Deiligt við góðum føroyskum kompaníi, tá ið man er staddur langt heimanifrá, sigur Fríði Dam, sum er ein av føroyingunum umborð.

Tað er OM Føroyar, sum Heimamissiónin tekur lut í, sum sendir føroyingar út við Logos Hope.