102 skip fingið jólapakkar

Eins og undanfarnu ár hevur Føroyska sjómansmissiónin latið jólapakkar til sjófólkið.
Jólapakkarnir eru komnir frá sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum vilja gleða sjófólkið, og sjómanstrúboðarin hevur borið teir umborð á skipini.

Nú arbeiðið er liðugt, og talt er saman, kunnu vit upplýsa, at 1168 pakkar eru latnir umborð á 102 skip.  98 føroysk, 3 grønlandsk og 1 norskt.

Tá skipini eru býtt upp í bólkar, síggja tølini soleiðis út:

  • 68 fiskiskip,
  • 21 farmaskip,
  • 11 frálandaskip
  • 2 vaktarskip.

Sjómansmissiónin takkar hjartaliga sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum hava latið pakkar til sjófólkið.

Gleðilig jól og eitt av Harranum signa nýggjár, ynskja vit fólki á sjógvi og landi, við tøkk fyri alt gott í brátt farna ári.
                   ——————————————————–


LES EISINI  Áhugaverd frágreiðing um søguna hjá sjómanskvinnuringunum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina