Streingjakórið á Skála 40 ár

Streingjakórið í Meinigheitshúsinum á Skála varð stovnað í 1979 og hevur verið virkið uml. 30 av hesum 40 árunum. Umleið 20 sangarar hava sungið við í miðal, fleiri av teimum hava verið við alla tíðina. Manningin er góð í løtuni og tey eru í góðari venjing. Kórið hevur tilsamans sungið meira enn 500 ferðir á 49 ymiskum støðum og hevur vant umleið 150 ymiskar sangir.

Í hesum sambandi bjóðar kórið til alment 40 ára hátíðarhald í Meinigheitshúsinum á Skála sunnudagin 16. februar kl. 17. Á skránni er sangur, andakt, hugleiðingar, heilsanir, og afturlítandi filmsklipp. Øll fáa ein góðan nátturðabita.

Heitt verður á fyrrverandi og núverandi sangarar í Streingjakórinum um at møta kl 16, har 2 kendir sangir verða vandir og framførdir til hátíðarhaldið.

Øll hjartaliga vælkomin