Lestur til 2. páskadag

Lesturin er tikin úr bókini “Livandi vatn“ og tað er H.M. Fenger, sum hevur skrivað prædikuna.

Rit at prenta:

Uppskot til heimalestur

Lestur til 2. páskadag

2. páskadagur

Seinna tekstarøð

Men fyrsta dagin í vikuni kemur Maria Magdalena tíðliga á morgni, meðan tað enn er myrkt, til grøvina, og hon sær, at steinurin er tikin burt frá grøvini. Hon fer tá rennandi og kemur til Símun Pæturs og til hin lærusveinin, hann sum Jesus elskaði, og sigur við teir: »Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann.« Tá fór Pætur út og hin lærusveinurin, og teir komu til grøvina. Men teir runnu báðir saman, og hin lærusveinurin rann undan, skjótari enn Pætur, og kom fyrr at grøvini. Og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har, men fór tó ikki inn. Tá kemur eisini Símun Pætur, sum fylgdi aftan á honum, og hann gekk inn í grøvina; hann sá línklæðini liggja har, og sveittadúkin, sum hann hevði havt um høvdið, sá hann liggja, ikki saman við línklæðunum, men samanballaðan á einum staði fyri seg sjálvan. Tá fór nú eisini hin lærusveinurin inn, sum fyrr var komin til grøvina, og hann sá og trúði. Tí at enn høvdu teir ikki skilt skriftina, at hann átti at rísa upp frá deyðum. Lærusveinarnir fóru tá heim aftur til sín sjálvs. Men Maria stóð uttanfyri við grøvina og græt. Sum hon nú græt, kagaði hon inn í grøvina, og hon sær tveir einglar í hvítum klæðum sita har, annan við høvdalagið og annan við fótalagið, har sum Jesu likam hevði ligið. Og teir siga við hana: »Kvinna, hví grætur tú?« Hon sigur við teir: »Tí at teir hava tikið harra mín, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt hann.« Tá ið hon hevði sagt hetta, vendi hon sær við, og hon sær Jesus standa har, og hon visti ikki, at tað var Jesus.  Jesus sigur við hana: »Kvinna, hví grætur tú? Hvørjum leitar tú eftir?« Hon hugsaði, at hetta mundi vera urtagarðsmaðurin, og sigur við hann: »Harri, hevur tú borið hann burtur, tá sig mær, hvar tú hevur lagt hann, og eg skal taka hann.« Jesus sigur við hana: »Maria!« Hon vendir sær á og sigur við hann á hebráiskum: »Rabbuni!« (tað merkir: meistari). Jesus sigur við hana: »Nem ikki við meg; tí at eg eri enn ikki farin upp til faðirin; men far til brøður mínar og sig teimum: Eg fari upp til faðirs míns og faðirs tykkara, til Guðs míns og Guðs tykkara.« Maria Magdalena kemur og boðar lærusveinunum: »Eg havi sæð Harran!« og at hann hevði sagt henni hetta. Jóh. 20, 1-18

 

Tað eru tríggjar kvinnur, ið eru fastknýttar at Jesus og tí mynd, vit eiga av honum – tær bera allar sama navn: Maria. Allar tríggjar fingu tær loyvi at síggja dýrd hansara, eina dýrd, ið einborn sonurin hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika. Móðir hansara, Maria moy, fekk at síggja hesa dýrd, tá hann var føddur; og fyrstu árini, hann livdi. Hugsa tær vitjan Gabriels, jólanátt, tilbiðjan vísmannana, Guds undurfullu varðveitan av barninum og hinum tólv ára gamla dreinginum í templinum. – Maria úr Betaniu sá hesa dýrd í líðing hansara, tí hon var tann ið fyrst skilti, hvat honum skuldi verða fyri, og fór inn í húsið hjá Símuni spitalska og salvaði hann. – Maria Magdalena sá dýrd hins upprisna. Svárt gekst henni at fáa eyguni upp, men tess dýrdarríkari var sjónin, hon sá. Allar tríggjar kundu tær av sonnum bera henda vitnisburð: “Jesus lív mítt lívgað hevur,” tí við honum hevði lív teirra fingið eitt ríkt og ævigt innihald.

LES EISINI  Lestur til annan sunnudag í advent

Maria Magdalena hevði av honum fingið mátt og megi til at liva lívíð, so sum tað eigur at verða livað. Tað sigst, at í Mariu Magdalenu høvdu búð sjey illir andar, og hesar hevði Jesus rikið út, so vit skilja, at hon við sterkum bondum var knýtt at Jesusi í takksemi og kærleika, og at hon fegin vildi tæna honum og ápostlum hansara við tí, hon átti. Og so skilja vit eisini hennara djúpu sorg yvir krossfesting hansara; hon stóð burtur frá saman við hinum kvinnunum til tað allarsíðsta og hugdi at, hvussu alt fór fram. Hvussu fegin vildi hon ikki staðið við føtur hansara, um vaktarmenninir høvdu loyvt henni tað! Hon fekk ikki loyvi til at taka niður likam hansara og balla um tað og leggja tað í grøvina; tað høvdu teir báðir ráðharrarnir, Jósef úr Arimateu og Nicodemus vissað sær rætt til; men øll hugsan hennara var um hann, og hvussu hon kundi sýna honum, deyða meistara sínum, kærleika. Tí var hon við til at gera smyrsl til og fór við honum kvinnunum árla á morgni, áðrenn sólin reis, til grøvina og var eins og tær sorgarbundin um, hvør ið skuldi fáa teim hin stóra steinin frá, so tær kundu sýna honum seinastu kærleiksskyldu sína.

Evangeliið í dag sigur frá, at hon var tann, ið fyrst varð var við, at steinurin var burtur frá og grøvin tóm. Fyri at útvega hjálp skjótast gjørligt vendi hon við aftur og skundaði sær til Jerusalems at fáa fatur í Pæturi og Jóhannesi: “Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann.” Tey fóru so øll í størsta skundi og fingu sjón fyri søgn. Men, hjálp til at trúgva, at Jesus var risin upp, høvdu teir ikki kunnað veitt henni, tó at tað stendur um Jóhannes, at tá hann kom inn í grøvina, sá hann einki tekin til, at hin deyði var tikin, men at Jesus sjálvur var vaknaður, hevði lagt líkverjuna frá sær og farin úr grøvini, tá trúði hann. Heldur ikki einglarnir kundu hjálpa henni frá tí djúpu sorg, sjálvt um teir sýndu seg í grøvini fyri henni og spurdu hana: “Kvinna, hví grætur tú?” Víst svarað hon teimum: “Tí at teir hava tikið Harra mín úr grøvini, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt hann!” Men at bíða eftir boðskapi einglannan: “Hann er risin upp,” sum tað eisini hevði ljóðað til hinar kvinnurnar, hon um morgunin fylgdist við, men sum hon rýmdi frá, gav hon sær ikki stundir til fyr ræðslu.

Enn ikki Jesus sjálvur kundi hjálpa henni, tá hann í kærleika setti henni sama spurning sum einglarnir: “Kvinna, hví grætur tú?” Ikki fyrr enn hann nevndi hana við navni: Maria! raknaði hon við; tá kendi hon røddina; klangurin var hin sami, sum tá hann ofta áður hevði nevnt hana at navni. Tá fyrstani varð hon sannførd um: Hann livir! og tá var hon hjálpt og sá dýrdleika hins upprisna, ikki tí hon kendi útsjónd hansara, men tí kærleiksandi hansara, fullur av náði og sannleika, ljóðaði í oyru hennara við egnu rødd hansara, sum hon so væl kendi frá farnum døgum; av hesi rødd fór hon ikki skeiv, tað var hann sjálvur – “Rabbuni!” tað er: mín meistari! nú havi eg funnið teg aftur, nú sleppi eg tær ikki! Helst vildi hon tikið eftir honum og kanska fevnt knø hansara, men hetta varð ikki loyvt henni: “Nem ikki við meg, tí enn eri eg ikki farin upp til faðir mín, men far til brøður mínar og sig teimum: “Eg fari upp til faðir mín og faðir tykkara, til Gud mín og Gud tykkara!” Hon var vorðin sannførd um, at Hann livir! og hetta mátti hon vera nøgd við og so bera boð um hann, og hvar hann fór, til lærusveinarnar.

LES EISINI  Lestur til Dýri biðidag

Hví grætur tú? Soleiðis kemur spurningurin aftur til okkara, um tað hevur gingist okkum nakað soleiðis sum Mariu Magdalenu, at Jesus er vorðin burtur fyri okkum. Heimurin hevur dripið hann, tann heimur, vit liva í, tey, vit koma saman við, sum eru fíggindar hansara, tí hann sigur sannleikan bæði um seg sjálvan og um tey, sum hata boðskap krossins og døma hann og gerning hansara sum nakað tápuligt og ónyttugt, nakað óveruligt; tey hava fingið ávirkað okkum; og hann, vit trúðu á, er ikki meir ein livandi frelsari, vit kunnu leita til og fáa vernd hjá. – Ella kanska var tað ikki hini, ið høvdu skuldina, ikki tað, vit lósu ella hoyrdu, men vit sjálv, sum vóru svíkjarar, ótakksom, ólýðin móti honum, tó at samvitska okkara gjørdu vart við seg og klagaði okkum. – Vit rýmdu úr húsi hansara, hildu uppat at biðja, hin ónda verðin í okkum sjálvum var tað, sum koyrdi hann úr kongasæti hjarta okkara, og eginvilji okkara kom í hásæti í staðin. Tað er nokk onkur inni her her í dag, sum av egnum royndum skilir, hvat eg meini.

Ert tú veruliga komin so langt, at hetta veruliga veldur tær djúpa sorg, so skalt tú vita, at heimurin ikki av øllum kann sláa hann íhel og skúgva hann burtur úr tilveranini; heimurin kundi tað ikki tá og hevur ongantíð síðan fingið bukt við honum.

Ta ferðina var hann burtur í tríggjar dagar og gjørdi hin dýrdarríkasta gerning fyri mannasálir, og so vendi hann aftur við sigri. Síðan hava mong í skiftandi ættum ikki viljað havt nakað við hann at gera, tey, ið hava havt hitt stóra orðið at siga og fingu fjøldina at lurta eftir sær; men altíð reis hann upp aftur av nýggjum, náðar – og sannleiksljós hansara hevur ongan skaða tikið, men varðveitt makt sína yvir hjørtuni. Ella ert tú ikki vorðin varur við, at tað var tín egna skuld við ólýdni tínum móti honum, at hann bleiv burtur frá tær, og vilt tú íganga synd tína og iðra teg um hana, skalt tú finna hann aftur av nýggjum, og hann vil náða teg. – Hví so grunda yvir tað gátufulla við deyða hansara og burturveran? Hann segði sjálvur við teir báðar, sum gingu til Emmaus: “Átti ikki Kristus at líða hetta og fara inn til dýrd sína?” (Luk 24, 26) og vísti teimum, at Guds orð júst hevði vitnað um, at soleiðis mátti tað vera. Fyri syndaskuld okkara og fyri at henda skuld kundi verða goldin, mátti hann doyggja. Fyri áhaldni heimsins í syndini verður Jesus ofta burtur fyri mongum, soleiðis má tað vera, tí syndin hevur slíka makt, men hetta ber í sær stóra ábyrgd og kann verða mongum til glatan.

Tó, hann kemur aftur, men náðartíðin kemur ikki aftur, hvørki fyri tey, sum við vilja og vitandi krossfesta hann, ella tey, sum lótu frekleika heimsins og noktan av Jesusi villa hjørtu teirra, so tey ikki so mikið sum syrgdu yvir at hava mist hann.

Grát ikki! Hetta er ein boðan til tín, um tú av sonnum við sorg í sinni leingist eftir honum. Hann skal víst koma til tín og nevna teg við navni, so tú kennir rødd frelsara tíns aftur! Maria Magdalena kærdi seg um, at hon ikki visti, hvar teir høvdu lagt frelsaran, hvat ið var vorðið av honum! Soleiðis man helst enn gangast mongum, ið halda seg vera kristin, at tey eru heilt óviss í, hvar Jesus nú er! Heimsins klóku kunnu einki siga tær um hetta, tey verða bert at læa at tær, um tú spyrt tey. Og kirkjunnar lærdu menn kunnu heldur ikki av egnum viti ella granskan siga tær tað, men tað kann Hann!

LES EISINI  Lestur til fyrsta sunnudag í advent

Tá hann til teir báðar, ið vóru á veg til Emmaus, segði, at hann átti at fara inn til dýrd sína, og til Mariu Magdalenu segði: Eg fari upp til faðir mín og faðir tykkara, til Gud mín og Gud tykkara! so skilja vit, at hann ikki longur er fátækur tænari á jørðini, kann ikki meir verða særdur, píndur og dripin, men hann er heima hjá faðir sínum sum hin elskaði sonurin, ið hevur fullgjørt vilja faðir síns. Dýrdleikin, hann er farin inn til, er at fullføra frelsunarverkið alt til heimsins enda, tí er hann talsmaður okkara, eygleiðir okkum í kærleika, hoyrir bønir okkara og veitir okkum hjálp í røttum tíma. Geva vit honum hjarta okkara og líta á hann í trúgv, tá er faðir hansara eisini faðir okkara, Gud hansara er Gud okkara. Í honum, himmalfarna frelsara okkara, vakir Gud í kærleika sínum og mátti yvir okkum. Honum er fingið alt vald í himni og á jørð, og hann nýtir mátt sín – ikki til at knúsa mannaviljar ella hevna seg á fíggindar sínar, men til at lýsa upp mannahjørtu og tala til samvitsku teirra og beina viljan til tað, ið er til bata fyri teg sjálv, og sum varir um ævir, og gera argastu fíggindar til lukkulig børn, sum tilbiðja hann.

Vit vita, hvar hann er – høgt hevjaður upp – og tó, hvussu øvugt tað ljóðar, ikki langt frá okkum. Hann er okkum nær, tá vit kristnu eru saman í navni hansara, nær hjá hvørjum ærligum Guds barni, sum hevur givið honum rúm í hjarta sínum.

Tá hann barst fyri eygum Mariu Magdalenu, rætti hon seg at taka í hann, men hetta varð ikki loyvt henni, tó við hesi viðmerking: “Tí eg eri ikki farin upp til faðir mín.” Av hesum kundi hon skilja, at tá hann var uppfarin, vildi henni verða givið at røra við hann – ikki bert eftir deyðan, men longu her í lívinum, og vist og satt er tað, at eftir himmalsferð hansara hevur hann gjørt tað soleiðis, at øll trúgvandi hansara kunnu nema við hann og halda honum, tí hann kemur til okkum við heilaga anda sínum og er nær hjá okkum. Hevur heilagi andin fingið vald á tær, tá nemur tú við frelsaran hjørja ferð, tú biður, ja, um tú í trúgv bert sendir honum eitt suff, lesur ella hoyrir orð hansara, og inniligast tá vit taka við likami og blóði hansara við altarborðið.

Halda vit okkum ikki altíð fáa líka stóra signing, tá vit nema við hann, so er tað tí, vit ikki eru nóg mikið vakin, og trúgvin svíkur. Gud gevi okkum við barnasinni at kunna gera hetta, so fáa vit eisini gávuna, okkum tørvar.

Og so lítur hann okkum til at fara sama ørindi, sum Maria Magdalena fekk at fara við, at bera heilsan frá honum til “brøður mínar” – soleiðis nevndi hann teir, sum vóru vinir hansara. Ja, hava vit í álvara møtt honum, hinum livandi frelsara okkara, eru vit eisini vorðin sannførd um, at okkara ábyrgd er tað at bera boð um hann og kæru heilsan frá honum til tey, ið longu eru brøður og systrar hansara, og eisini til tey, ið kunnu blíva tað – av hesum síðstu eru mong í heiminum, sum meir enn nakað annað treingja til at fáa ein vitnisburð av einum, ið veruliga hevur møtt hinum upprisna.

Amen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina