Lestur til Dýri biðidag

Úr bókini “Í fyrstuni var orðið” Hetta eru prædikur eftir John Myllhamar

Rit at prenta:

Lestur til dýri biðidag
Uppskot til heimalestur

Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri. Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð? Ella man hann vilja geva honum ein orm, tá ið hann biður um ein fisk? Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá faðir tykkara, sum er í himlunum, geva teimum góðar gávur, ið biðja hann! Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir. Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann. Matt. 7, 7-14

Hitt tronga portrið og hin mjáa vegin verður ikki hildið serliga nógv um. Og tó, tað er eingin annar vegur til lív og sælu! Harafturímóti verður nógv tosað um at laga kirkjuna og kristindómin soleiðis, at hann kann vera góðtikin av “nýmótans” menniskjum. Orðið “at hóska til” er væl dámt. Kirkjan má hóska til tað, ið nýggju menniskjuni dámar.

Vit skulu ikki lata oyra okkara aftur fyri hesi talu. Vit mugu ikki gloyma, at øll kristin til allar tíðir eru kallað at fara út í allan heimin fyri at gera øll fólkasløg til Jesu lærusveinar. Tí er tað støðugt uppgávan at fáa tíðarinnar børn í talu.

Tað kann bera í sær, at nýggir formar og vegir mugu finnast, ið væl at merkja ikki eru í stríð við boðskapin. Eisini hjá okkum er brúk fyri øllum góðum evnum og hugskotum. Nøkur duga betur at finna uppá enn onnur. Tí er skilagott at brúka allar góðar kreftir.

LES EISINI  Lestur til fjórða sunnudag eftir páskir

Men alt neyðugt stríð, eftir í nýggjum at náa flest møgulig, kann ongantíð gera til einkis Jesu orð um hitt tronga portrið og hin mjáa vegin. Tað er ein hættislig misfatan, um vit gloyma, at eisini orðini um hitt tronga portrið og hin mjáa vegin eru partur av boðskapinum, vit eru send út í heimin við. Kirkjan og kristindómurin skulu ikki vera góðkend av heiminum við at taka burtur alt tað, ið ikki verður dámt, eitt nú orðið um hitt tronga portrið og hin mjáa vegin. Henda freisting lúrir allastaðni í okkara tíð. Mangir stíga fram í dag og siga: Hvat nyttar at halda fast við, at Halgabók er Guds orð, tá ið teir vísu siga seg vita alt um, hvussu hendan bók er vorðin til?

“Trongt er portrið og mjáur er vegurin, ið førir til lívs,” sigur Jesus stutt og greitt. Tað ljóðar kanska dapurt og lítið lokkandi. Var tað ikki betri at tala um Guds kærleika til øll menniskju? Er tað ikki hann, vit fyrst og fremst skulu boða? Jú, men her er aftur galdandi, at vit lættliga kunnu svíkja okkum sjálv og onnur við, um vit prædika um ein kærleika, ið bara ikki er Guds kærleiki. Guds kærleiki er Jesus Kristus. Ikki soleiðis sum vit kanska ímynda okkum Jesus. Men sum Halgabók lýsir hann. Guds kærleiki kann ikki vera loystur frá syni hansara, frá orði og læru hansara, soleiðis sum lærusveinar hansara hava givið tað víðari til okkara gjøgnum Nýggja Testamentið. Vit kunnu tí ikki boða rætt um Guds lærleika uttan at taka orðini hjá Jesusi sum sonn um tað tronga portrið og tann mjáa vegin í evangeliunum. Taka vit tey orðini, sum fólk ikki dáma burtur úr boðanini og út úr okkara lívsáskoðan, eru vit ikki longur vitni um Guds kærleika, men villleiðarar, sum sjálv eru villleidd, og sum leiða onnur á villini vegir við svikaligari talu.

Hví er tá portrið trongt og vegurin mjáur, sum førir til lív og sælu? Tað tronga og mjáa liggur ikki hjá Gudi, men hjá okkum sjálvum.

LES EISINI  Lestur til 2. páskadag

Gud er ikki smáligur og trongligur. Hann unnar øllum menniskjum lív og sælu. Tí stendur tað í lestrinum hjá Jesaja til Dýra biðidag um Gud, at hann fyrigevur ríkliga. Tað sama verður sagt í kollektini til í dag. Ein annar av profetunum, Jeramia, fekk eini góð boð frá Gudi, at Gud hevur ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita okkum vónríka framtíð. Og Paulus slær tað sama fast. Hann eggjar Timoteusi til, sum vit eisini eiga at gera og ikki minst á Dýra biðidegi at minna hvønn annan um hetta, at tað verða hildnar bønir, ákallanir, fyribønir, takkargerðir fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum teimum, sum eru settir hátt, fyri at vit mega liva eitt stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og sóma. “Hetta er gott og tekkiligt fyri frelsara okkara, Gudi, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.”

Soleiðis og nógva aðrastaðni letur Halgabók okkum ikki vera í iva um, at lívsins og frelsunnar Gud ikki er trongligur og smáligur. Beint tvørturímóti! Men trupulleikin liggur hjá okkum og stendst av, at vit ikki vilja lurta eftir honum. Tí er portrið trongt og vegurin smalur inn í Guds ríki. Vit vilja vera klókari enn Gud í øllum lutum. Men so leingi menniskjað hevur ta fatan, kann Gud ikki hjálpa og bjarga. Hann hevur skapað og innrættað okkum soleiðis, at vit bara kunnu vera í samsvar við innastu veru í okkum og í avgerðini av lívi okkara, um vit geva Gudi rætt í, at hann er Harri og veit betri enn vit.

Vilja sín og vegin til lívið hevur Gud greitt sýnt í orðinum og í kristna kirkjuliði sínum. Orð hansara er einfalt og máttmikið, hvat hesum viðvíkur. Ein og hvør kann taka ímóti tí, sum hann býður: “Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; banki uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum.” So einfalt er tað.

LES EISINI  Lestur til fyrsta sunnudag eftir páskir

Ja, men hví eru tað so fá, ið fáa, sum finna, og sum Guds ríki verður latið upp fyri? Kanska tí vit biðja sum tey, ið veruleikanum ikki leggja í at fáa annað enn tað, vit sjálv vilja hava. Og leita sum tey, ið ikki leggja í at finna annað enn okkara egna. Og banka upp á, ikki fyri at koma inn í Guds ríki, men bara fyri at kenna okkum betri heima í okkara egna heimi.

“Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað” sigur Jesus. Nýggjar lógir gera tað trupult fyri tey fáu á tí mjáa vegnum, sum á ymiskum økjum umboða ta læru, siðvenju og virksemi, sum kirkjan hevur borið frá eini ætt til aðra. Tí krevst dirvi og nýtt frímóð at siga tí ráðandi meirilutanum ímót. Bara á tann hátt kann kirkja okkara verða endurnýggjað. At tey ungu fáa mót at seta spurnartekin við, at okkara skil skal kunna megna alt. Fáa mót at kunna líta á Guds orð og boða reint og rætt.

“Gangið inn um hitt tronga portrið,” sigur Jesus. Tað er galdandi okkum øll. Tit, sum ung eru! Framtíðin er treytað av tykkum. Tit, ið eldri eru! Skjótt kann verða ov seint. Øll eiga vit at gerast eyðmjúk. “Ger bót,” sum tey gomlu søgdu. Dýri biðidagur ella bóts og biðidagur nevnist hesin dagur. Bót og bøn er vegurin til lívið fyri hin einstaka, fyri kirkjuna og fyri øll menniskju.

Vit eiga at biðja í neyð til Guds fyri okkum sjálvum, okkara kirkju, okkara tjóð og øllum heiminum, sum á mangan hátt eru í neyð. Ráðaloysi og spjaðing vinna meira og meira fram. Alt gerst tokut og fløkt, so at vit ikki longur síggja fjallagreinina. Tí biðja vit: “Harri send okkum nýggjar tíðir, sum tú áður hevur gjørt. Hjálp okkum at trúgva og síggja fram til tín endaliga sigur. Týn okkara hugmóð og stórlæti. Ger okkum einføld og gev okkum trúarinnar nýggja, barnsliga álit á teg.” Amen!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina