14 samkomur tilmeldaðar TeenStreet Life 2020

– Hetta er virkuliga gott, og vit eru sera fegin um undirtøkuna, og vit eggja øðrum samkomum at umhugsað, at meldað seg til leguna, 4.-8. august, skrivar om.fo um tiltakið TeenStreet Life 2020.

Vanliga savnast túsundtals av ungdómi til TeenStreet í Týsklandi hvørt summar. Men hetta summarið verður eitt øðrvísi summar – eisini fyri tey, ið ætlaðu sær á TeenStreet í Týsklandi.

Teenstreet leiðslan hevur havt samband við samkomur og hevur kunnað samkomurnar um hvussu Teenstreet 2020 verður skipað.

Samkomurnar skulu hvør í sínum lagið skipa eina lítla legu á staðnum. Samkoman hevur stóra ávirkan á, hvussu legan verður samaskrúva við túrum, legubáli, fyrilestrum, ítrivi, undirvísing, sangi osv. TeenStreet Føroyar leverar saman við TeenStreet International, tilfarð til “main hall”, “Throne Room”, andakteshefti, íblástur á heimasíðu osv.

Seinasta freist hjá samkomum at meldað seg til leguna er 10.juli 2020.

LES EISINI  Tilmeldingin til TeenStreet er byrjað
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina