165 kvinnur á landsstevnu farna vikuskiftið
Tað var við spenningi, at Sjómansmissiónin aftur bjóðaði til landsstevnu í Leguhúsinum í Nesvík, eftir at stevnan tvey ár á rað varð avlýst vegna koronu.
Undirtøkan var góð og huglaðið við, og kvinnurnar vóru fegnar um at hittast aftur. 15 vóru við fyri fyrstu ferð.
Nógv ymiskt var á skránni, so sum felagssangur, solu- og kórsangur, bøn, boðan, áhugatími, frágreiðingar frá arbeiðinum, bæði í Føroyum og uttanlands og ungar sjómanskonur søgdu frá, hvussu tey skipa familjulívið.
Harafturat var maturin nógvur og góður, og prátið og hugnin gingu hond í hond.
Sjómenn, ella fyrrverandi sjómenn gjørdu matin og tæntu við borðini.
Føroyska Sjómansmissiónin sigur Gudi og menniskjum tøkk fyri stevnuna.