190.000 til fátæk
IKTYS er ein av 123 endurnýtsluhandlum hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.
Í IKTYS starvast nakrar og tríati óløntar kvinnur ein dag um vikuna, summar ein dag aðruhvørja viku, við at sortera, prísmerkja og hanga rein og nýstrokin klæðir út í handilin, sum hevur opið allar gerandisdagar, og ein maður, sum heimanifrá tekur sær av prísmaskinum og øðrum.
Í 2015 lótu allir IKTYS-handlarnir tilsamans 23,1 milliónir krónur til tey ringast støddu í heiminum, harav var parturin hjá IKTYS í Havn í 2015 so mikið sum 190.000 krónur.
IKTYS takkar hjartaliga øllum viðskiftafólkunum og øllum fyritøkum, sum so ella so stuðla handlinum.