“Men Gud greb ind” 9. partur – P. Sofus Sivertsen

Vit eru nú komin til síðsta partin í bókini “Men Gud greb ind”.
Hesuferð er tað táverandi stjórin á Skipaeftirlitinum, P. Sofus Sivertsen, sum greiðir frá. Hetta er ein longri og spennandi frásøgn um ein ungan mann, sum stríðist við at finna frið við Gud. Tað tyktist, sum Gud var langt burtur og trupul at finna. Men, Gud var nær og hann arbeiddi við at fyrireika tann unga mannin til at taka ímóti náðini. Óuppiborið og ókeypis.

Árið er 1960. Vekingarrørslurnar í Danmark vóru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har persónligi vitnisburðurin ikki hevði so stóran týdning longur. Í Føroyum var øðrvísi. Vekingarrørslan her var nýggjari, og fleiri av fyrstu missiónsfólkunum livdu framvegis.
Tíðin var komin til, at føroysk missiónsfólk skuldu bera vitnisburðin um sín frelsara aftur til Danmarkar og Indre Missión, haðani tey upprunaliga høvdu fingið so nógvan íblástur. Fleiri meira og minni kend føroysk valafólk vórðu biðin um at skriva sín vitnisburð undir yvirskriftini “Men Gud greb ind”. Vitnisburðarnir vórðu savnaðir í eina bók, og forlagið Lohse gav bókina út.

Nú gevur Trúboðin bókina út sum Podcast á hesi síðu.

Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðari, lesur úr bókini.

LES EISINI  Hvussu leiðir Guð



Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina