Hvat er sonn føsta?

Jes 58,5-7 Man hetta vera føsta, sum mær líkar, at maður ein dag pínir seg sjálvan? At boyggja sítt høvur sum sevið og breiða undir seg sekk og øsku! Kallar tú tílíkt føstu, ein dag til at vinna sær náði Harrans? Nei, føsta, sum mær líkar, er at loysa leinkjur gudloysis og slíta bond oksans, sleppa kúgaðum leysum og sorla hvørt eitt ok, at býta sítt breyð sundur til svong, húsa neyðstøddum og heimleysum, at tú klæðir tann nakna, sum tú sært, og noktar ikki landa tínum hjálp.

Tað er ymiskt hvat vit í okkara tíð leggja í “føstu”, og hvussu mikið vit geva okkum ans um føstutíðina. Persónliga er tað eisini ymiskt, ið eg níti sum fastleika í føstutíð, tí eg veit at tað er stimbrandi fyri trúarleið mína at ganga líðingargongd til Golgata saman við skriftini, lesa líðingarsøguna í sálmabókini, vitja føstugudstænastur, seta serliga tíð av til bøn, kanska lesa bókina “við Honum út á Golgata”. Og møguliga samtíðis siga frá sær nakað, sum dagliga kann fylla so mikið, at tað kann forða andans vøkstri! Her kann føsta hjálpa, við at avleggja nakað og seta fokus á bøn og føstugongd Jesusar, so ein veruliga kemur at kenna dýpdina, longdina, breiddina og hæddina í kærleika Kristusar.

LES EISINI  Hvat førir náðin við sær?

Men sum áminningin frá Jesaja nevnir, so má bøn og føsta ikki verða ein remban av ytri møguleikum og tingum eg geri, fyri at vísa á føstugongd og møguliga harvið eisini vilja ella óvilja sýna fram mítt føstuálvarsemi! Ein vandi er í hvørjari vælferð, og soleiðis eisini her í føstuni. Tí eiga vit at geva hesum ans, og leggja okkum í geyma, hvat røtt føsta er í Harrans eygum, og hvat er mest gagnligt fyri egna trúgv og næstans gagn.

Vit vinna ikki nakað, og tað er ikki signing yvir at látast sum føsta og bøn er gagnlig, um so er at tað bert er gjørt fyri at betra um útvortis mynd okkara (fasaduna). Hetta er galdandi bæði fyri Harranum, fyri næstanum og vit snýta okkum sjálv.

Sum útgangsstøði er føstan gagnlig, bæði í orð og ger, og endamálið byggir á sunt grundarlag. Føsta, bøn og fráhald eru uppbyggjandi, tá ið hetta verður gjørt sum ein persónlig søk millum meg og Jesus, so mítt samband kann styrkjast í nærleika og í kærleika. Tá ið føstan kemur í hetta ljós, so vísa Andans sonnu fruktir seg, eins og Jesus sjálvur vísti í sínari føstu, har hann frá segði frá sær freistarans veg, og møguleikar til at vinna sær løtuvinning (les Matt 4,1-11). Síðan vísti frelsarin sjálvur, at sonn føsta er at geva seg sjálvan í kærleika fyri onnur, við at verða lýðin Faðir sínum, ja líka til krossarplanka – herfrá er Jesus til æviga signing fyri tey mongu.

LES EISINI  Soleiðis verður fastað í 2024

“Nei, føsta, sum mær líkar, er at loysa leinkjur gudloysis og slíta bond oksans, sleppa kúgaðum leysum og sorla hvørt eitt ok, at býta sítt breyð sundur til svong, húsa neyðstøddum og heimleysum, at tú klæðir tann nakna, sum tú sært, og noktar ikki landa tínum hjálp”. Soleiðis má okkara føsta eisini standa í røttum ljósi av Jesusi. Honum, sum vann føstugongd okkara. Í hannsara sigri og við tí kraft Hann gevur okkum, við at vit smakka dýpdina av Jesusar føstugongd, so kunnu vit ikki annað enn signa næsta okkara, við boðunum um at Satans leinkjur eru knústar við Jesusi, og hin svanga metta vit við føði, ið okkum er givin og vit byggja heim fyri heimleys – tí soleiðis ger kærleiki Jesusar sín føstugerning í okkum, sum fylgjast líðingargongd, tí vit skoða meira og meira, at vit longu eru frí og loyst úr bondum djevulsins, og Hann føðir og klæðir okkum og bjóðar okkum sítt himmalska heim – – “skuldu vit nokta landa okkara hesa hjálp?”

LES EISINI  Menn í kjóla. Um føstu.

Umhugsnið: “Eru leinkjur, ið Harrin vil loysa teg frá á tínari føstu- og líðingargongd? – Minst til: “Jesus vann..!”

Bíbliuorð: Ef 3, 17-19 “at Kristus má búgva við trúnni í hjørtum tykkara, so at tit, rótfestir og grundfestir í kærleika, mega verða førir fyri at fata saman við øllum hinum heilagu, hvat ið er breiddin og longdin og dýpdin og hæddin, og at kenna kærleika Krists, sum ber av øllum kunnleika, fyri at tit mega fyllast til alla fylling Guðs”.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina