60+ á grækarismessu

Fyrstu ferð roynt varð við einum tiltaki fyri tey, sum eru 60 ár og eldri, var í fjør, og tað eydnaðist væl. 12. mars verður tí aftur skipað fyri einum slíkum tiltaki í Leguhúsinum í Nesvík.

Dagurin í fjør var sera væl eydnaður bæði við evnum, sum vóru frammi og góðari undirtøku.

Aftur í ár er ein spennandi skrá løgd til rættis.
Tað er nevndin fyri 60+, sum fyrireikar dagin, og í henni eru: Arndis og Jákup Lindberg úr Havn, Hanus Lassen úr Klaksvík og Rigmor og Heri Tróndheim av Argjum.


Spennandi skrá
– Skráin er so gott sum liðug, men okkurt smávegis er eftir at fáa uppá pláss. Endaliga skráin verður lýst í komandi Trúboða, sigur Heri Tróndheim.
Dagurin byrjar annars klokkan 10.00 við morgunmati; eftir hann er ein andakt og tríggjar framløgur, har trý fólk siga frá hvør sínum yndissangi, og verða teir eisini sungnir.

Eftir tað er døgurði, og tá ið hann er komin niðurum, er eitt viðkomandi evni á skránni, sum verður viðgjørt av fakfólki.

– Aftaná ein kaffisteðg fer ein av okkara sera góðu frásøgumonnum at hugleiða um barna- og ungdómsár á bygd. Dagurin endar umleið klokkan 16.30 – 17.00, sigur Heri.


Vóna at tað koma nógv fólk
Longu nú er tíð at seta kross í kalendaran. Neyðugt er eisini at boða frá luttøku. Og upplýsingar um alt hetta saman við fullfíggjari skrá og kostnaði fyri dagin, koma í komandi Trúboða.

– Í fjør vóru 120 luttakarar, og vit vóna, at tað verða enn fleiri hesaferð, sigur Heri Tróndheim.