70 kristin avhøvdað

Tað var ikki ein tespilig sjón, tá fólk komu fram á 70 lík í eini kirkju í Lýðveldinum Kongo (DRC) fyri tveimum vikum síðani.

Sambært keldum okkara á staðnum, trokaðu illgrunasamir hermenn frá ADF – ein bólkur knýttur at Islamska Statinum (IS) – seg inn á fleiri heim í Mayba, ið er í Lubero økinum.

Hendingin fór fram tíðliga á morgni, tá illgrunasamir stríðsmenn vaktu tjúgu kristin í teirra heimum og bóðu tey stillisliga kom út. Seinni umringaðu menninir bygdina og rændu hálvthundrað trúgvandi afturat, sum øll vórðu førd til eina kirkju í Kasanga og vórðu avhøvdað.

Nógvar keðiligar hendigar hava verið í økinum seinastu tíðina. Tá tey kl 0400 um morgunin fingu boðini: “Komið út, komið út og verið friðarlig,” hugsaðu mong, at onkur ávaraði tey. Veruleikin var øðrvísi.

Lokalsamfelagið í Mayba eru í øðini og sorg eftir álopið. Hóast nógvar royndir at samla seg og finna loysnir, eru fólk hjálparleys og føla seg máttleys ímóti tí vaksandi hóttanini frá ADF. Muhindo Musunzi, stjóri í einum lokalum skúla, greiðir frá, at skúlar og heilsustovnar hava verið noyddir at lata aftur vegna trygdarstøðuna, og nógv virksemi er flutt til tryggari øki.

LES EISINI  Maður úr Norðurkorea flýggjar úr landi sínum: Kemur á vitjan í Føroyum

Tey heita nú á alheims kirkjuna um hjálp og stuðul. Serliga biðja tey kristnu, ið eru rakt, um forbøn. Við ynski um at finna loysnir og bjarga lívum, stendur Open Doors saman við samkomum og kirkjum í hesum hermótinum. Vit royna eftir besta førimuni, at veita hjálpa á øllum økjum bæði fíggjarliga, sálarliga og andaliga, skrivar Open Doors Føroyar í tíðindaskrivi.

Hjálp okkum at hjálpa teimum. Stuðla á 6460-605.816.9. Viðmerk “DRC”

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina