Blái Krossur skipar fyri kvøldsetu við gesti úr Kjad

Mikukvøldið 6. november klokkan 19.00 verður ein áhugaverd kvøldseta í Skjólinum í Havn um støðuna í Kjad og tað hjálpararbeiðið, ið landsstýrið veitir fígging til. Tað sigur Blái Krossur Føroya í tíðindaskrivi.

Føroyar hava, í samsvari við heimsmálini hjá ST, sett sær sum mál at fíggja ymiskt hjálpararbeiði. Millum annað eina sera týdningarmikla og spennandi verkætlan hjá Bláa Krossi í Kjad.

Kjad hevur umleið 11 millónir íbúgvar. Harav liva 61,9% undir fátækamarkinum, sum er 1,25 dollarar um dagin. Hetta svarar til 8,42 krónur. Kjad er eitt av heimsins fátækastu londum og hevur verið merkt av ófriði, nógvum hernaðarkvettum og borgarakríggi seinastu 30 árini. Tað er eitt oyðimarkarland sunnan fyri Libya, og umframt omanfyrinevndu avbjóðingar hava turkur og hungursneyð eisini rakt landið seinastu árini, og tað ger støðuna sera trupla. Í Kjad eru rúsevnismisnýtsla og kynsrelateraður harðskapur eisini stórar avbjóðingar, og tað er serliga hesum, verkætlanin vendur sær ímóti.

Verkætlanin, ið verður fíggjað úr Føroyum, er ein lívsførleikaskúli fyri ung, har tey verða upplærd og ment kensluliga, sosialt og fíggjarliga; førleikar, ið eru týdningarmiklir fyri at fóta sær í lívinum. Fokus er eisini á at hjálpa teimum úr rústrupulleikum og at fyribyrgja bundni og harðskapi. Tað er Blái Krossur í Kjad, sum stendur fyri verkætlanini, og Bedingar Ngarossorang (kallaður Eloi) er leiðari fyri hesa verkætlan.

LES EISINI  Nýtt samstarv millum Voxbotn, G!, Summarfestivalin og Bláa Kross: Lat tónleikin vera tín rús

Bedingar Ngarossoranger verður í Føroyum í nakrar dagar og skal vitja nakrar skúlaflokkar, stovnar, landsstýri og so framvegis. Undir kvøldsetuni greiðir hann frá verkætlanini, samfelagsligum viðurskiftum og um støðuna ímillum ungdómin í Kjad.

Á skránni til kvøldsetuna 6. november verður frágreiðing frá Bedingar Ngarossorang. “Tær fýra” syngja, og tað verður drekkamuður. Aftaná verður høvi at seta spurningar.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina