Blákrossbúðin í Havn letur upp í nýggjum og størri hølum í Niels Finsensgøtu
Fyrr í ár keypti Blái Krossur Føroya rúmliga bygningin í Havn, har barnahandilin Bamsan helt til í fleiri ár, fyri umleið fimm milliónir krónur. Blái Krossur hevur stórar ætlanir við bygninginum, og fyrsti partur er, at Blákrossbúðin, sum selur góð brúkt klæði fyri ein bíligan penga, flytur hagar úr trongu hølunum í Kongagøtu, har búðin hevur hildið til í umleið 20 ár.
Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi, greiðir frá, at tey hava arbeitt miðvíst síðani keypið við at gera nýggju hølini í Niels Finsensgøtu 20 klár, og nú verður flutt inn. Mánadagin 3. desember letur Blákrossbúðin tí upp í nýggju hølunum. Dyrnar lata upp kl. 15.00, og í hesum sambandi verður almenn móttøka frá kl. 15.00-17.00.
– Bygningurin hevur fýra hæddir og er umleið 600 fermetrar til støddar. Blákrossbúðin heldur til á veghæddini, og á aðru hædd verður tikið ímóti klæðum, har tey eisini verða skild og gjørd klár at selja.
Klæði verða alsamt latin Blákrossbúðini at selja. Men vit hava eisini aðrar ætlanir við bygninginum. Vit hava eisini arbeitt í kjallaranum, sum vit ætla at brúka til eitthvørt ungdómsarbeiði, tí bygningurin liggur væl fyri mitt í býnum, sigur Dakko.