Summar á Trúboðanum

Hóast summarið nærkast, og starvsfólk fara í summarfrí, kemur Trúboðin út sum vanligt. Og vit hava nógv nýtt at fortelja.

Longu sunnudagin ber til at síggja Mats Jørgensen og Helena Siggurðsdóttir úr Gøtu, ið fara at gera eina nýggja poddkastrøð til okkum. Í fyrsta brotinum greiða Mats og Helena frá, hvørji tey eru, og vit fylgja teimum á eini lívsferð, ið bæði hevur leitt tey kring heimin og nærri Gudi.

Vit fara eisini at hoyra um kristiliga list, og so kanst tú eisini gleða teg til fleiri vitnisburðar frá menniskjum, ið fegin vilja deila sínar upplivingar við teg. Jógvan Olsen greiðir til dømis frá um, hvat hendi, tá hann stóð í bítandi kulda í Noreg og hevði tørv á taki yvir høvdið. Annars kanst tú eisini gleða teg til ymiskar bloggar og greinar, ið snúgva seg um alt frá kirkjuáskoðan til hugskot um, hvørjir brúkarar eru góðir at fylgja á appini ”Tiktok”.

Nú feria er, kann tað vera, at svar umvegis teldupost tekur eina løtu. Vit heita tí á, at tú ringir til kontórið í Nesvík, um tú fegin vil hava samband við okkum skjótast møguligt. Tað gert tú við at ringja á telefon 470000. Vit ynskja tær eitt gott summar!