Ársmøtið 2021 – 14. og 15. mai

Ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík í døgunum 14. og 15. mai.

Yvirskriftin fyri Ársmøtið í ár verður “Í Kristi – fyri næstan”. Fríggjakvøldið 14. mai verður stórt felagsungdómsmøti.

Á skránni leygardagin 15. mai verður m.a. pallborð og sangløta umframt formansfrágreiðing, arbeiðsfrágreiðing og fíggjarfrágreiðing.

Nærri kunning um skránna kemur seinni.

LES EISINI  Starvsfólkini viðgera fráfall, ymiskleika og onnur viðkomandi evni
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina