Góður stuðul til bygging av universiteti í Nigeria
Fyri góðum 2 vikum síðani var ein heldur øðrvísi konsert hildin í missiónshúsinum á Strondum. ”Øðrvísi” er kanska eitt í so ramligt orð, tí her var í roynd og veru talan um eina konsert, men endamálið var at savna pening inn til eina verkætlan í afrikanska landinum Nigeria.
Lutherska kirkjan í Nigeria arbeiðir við eini ætlan um bygging av universiteti í statinum Adamawa, har Kaja og Nemuel Babba virka.
Í hesum døgum verða nógvar konsertir og onnur tiltøk hildin, til tess at stuðla truplu støðuni og hjálpina í einum landi í okkara heimsparti.

Her eru tey so smátt farin undir at fyrireika byggingina av einum universiteti í einum øki, har lutherska kirkjan arbeiðir.
Fyri onkran kann hetta tykjast at vera ein heldur fjarlagin verkætlan at stuðla. Tað høvdu hesi eisini havt rætt í, um tey ikki vistu, at tað er kirkjan hjá eini føroyskari kvinnu og manni hennara, sum er fyrrverandi erkabiskuppur her, ið standa fyri hesum.
Talan er um Kaju Nemuel, upprunaliga úr Rituvík, og nigerianski maður hennara, Nemuel Babba, sum hava sæð tørvin á einum slíkum universiteti í býnum Demsa, ið liggur har eysturi í landinum.
Nú, ið konsertin var hildin, vóru tey sjálvi til staðar í missiónshúsinum á Strondum og greiddu frá ætlanini.
BYGGJA LANDIÐ UPP
Lutherska kirkjan í Nigeria hevur sløk 110 ár baki, og virkar á nógvum ymiskum økjum í landslutinum, ið ber Adamawa.
Millum tey tilboðini, ið kirkjan veitir, eru allir teir mongu og vælgrundaðu skúlarnir. Men her í Adamawa State er somuleiðis tørvur á einum staði, har tey ungu kunnu nema sær hægri kunnleika, lesnað og útbúgving.
– Kirkjan hevur heilt frá byrjan av lagt stóran dent á, at tey ungu í landinum skulu fáa møguleika at fáa sær eina góða útbúgving, greiðir Kaja Nemuel frá.
– Hetta er somuleiðis við til at byggja landið upp!
Kirkjan hevur í dag fleiri skúlar upp til 10. flokk – tað er: Primary and Secondary schools. Men skulu tey víðari, hava tey ofta trupulleikar at sleppa at lesa júst tað, sum tey hava áhuga fyri.
– Hetta er orsøkin til, at kirkjan nú er farin undir hetta tiltakið, vísti Kaja á.
Kirkjan hevur fingið eitt grundøki til endamálið, men neyðugt er at raðfesta málið, tí annars er vandi fyri at byggiloyvið kann verða tikið aftur.
GÓÐUR STUÐUL
Konsertin var hildin fríggjakvøldið 18. mars, og høvdu fólk í hópatali leitað sær higar, hóast veðrið var av tí ringasta.
Her fingu tey høvið at hoyra fleiri av góðu sangarum okkara bera fram sangir, ið lógu teirra hjarta nær.
Hesir vóru Bárður á Lakjuni, Jan Jacobsen og Jórun Pálsdóttir, Borgfríð Fonsdal, og Heine og Johanna Lützen. Fríðbjørg Jensen fekk forfall til konsertina, men fólkið slapp kortini at hoyra hana framføra ein av kendu sangum sínum ”Himmalvegurin” á stórskíggja.
Aftaná var høvið at fáa eitt prát í lag við hjúnini bæði, og nýttu fleiri hetta høvið. Onkur keypti eisini bókina ”Hon fór út” um lív og tænastuna hjá Kaju, og sum Snorri Brend skrivaði í 1999.
Við sjálva konsertina komu inn omanfyri 17.000 krónur, og saman við øllum teimum gávunum, sum síðani eru fluttar inn á kontur fyri endamálið, liggur krónutalið í dag um tær 32.000 krónurnar.
– Vit eru sera fegin um henda stuðulin frá føroyingum, sigur Kaja Nemuel.
Hava fólk hug at stuðla verkætlanini, eru tey framvegis vælkomin at flyta pening á hesa konto 9181-4212047.
HØVUÐSMYND
Væl nøgdir fyrireikarar – Simona til vinstru og Unn til høgru – saman við hjúnunum Kaju og Nemuel