Hvítusunnustevna í Vestmanna 2022

Hvítusunnustevnan var í ár hildin í Vestmanna við tveimum møtum í missiónshúsinum – fríggjadag og leygardag, og tveimum í skúlanum sunnudag og mánadag.

Sunnudagin var felags sunnudagsskúli fyri allar sunnudagsskúlarnar í Norðstreymoy – Hvalvík, Hósvík, Kollafjørð, Kvívík og Vestmanna – sum var hildin í missiónshúsinum. Uppmøtingin var góð. Nógv børn og vaksin vóru komin saman. Tað var sungið nógv, og eisini var boðskapur um Jesus og børnini.

Tvær søgur vóru eisini fortaldar. Børnini vóru spent og eisini hoyrdist látur í salinum.

Tey fylgdu væl við tí, sum var boðað. Øll vóru sera væl nøgd. Eftir at liðugt var at syngja og biðja, var farið til ein góðan drekkamunn við saft, køkum og kaffi/te til tey vaksnu.
Eftir henda dag fóru flestu sunnudagsskúlarnir í summarfrí.


Mark 10:13-16
Og tey bóru smá børn til hansara, at hann skuldi nema við tey; men lærusveinarnir høvdu at teimum, sum bóru tey. Men tá ið Jesus sá hetta, varð hann vreiður og segði við teir: »Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til. Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur við Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.« Og hann tók tey í favn og legði hendurnar á tey og vælsignaði tey.

LES EISINI  Missiónshúsið í Vestmanna
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina