Next generation í Leirvík 

Hetta vikuskiftið verður spennandi ungdómstiltak í Leirvíkar Missiónshúsi.  

Tað er GLÓÐ, sum er felags ungdómsarbeiðið í Gøtu og Leirvík, sum skipar fyri møtirøðini, sum tey nevna Next generation. Høvuðsevnið er: Guds frelsuætlan, og á skránni verða talur, framførslur, lovsangur og annað. Byrjað verður í kvøld.

Fríggjakvøldið 14. mars, kl. 21.00
Suni Justinussen talar um evnið: Bjarga mær!
Jóhan Magnus Gunrim framførir. 

Leygarkvøldið 15. mars, kl. 20.00
Ann Hermansdóttir, studentaprestur, talar.
Dávur og Asta Sofía á Reynatrøð framføra.

Sunnukvøldið 16. mars, kl. 18.00
Pól Johannessen, trúboðari, talar.
Elly Justinussen og Petur Súni Jacobsen framføra. 

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður bjóðað inn til onkran aftan á møtið, og sunnukvøldið bjóða tey eitthvørt leskiligt í missiónshúsinum. 

Tey í GLÓÐ vóna at síggja NÓGV ung í Leirvík hetta vikuskiftið.