Elskaður av Gudi
”Men Jesus segði við hann: »Í dag hevur frelsa verið hesum húsi fyri, við tað at eisini hesin maður er sonur Ábrahams; tí at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí.« ”
Luk.19,9-10
Hevur tú givið tær far um, at Sakeus ikki fekk boð um at fáa sær annað starv? Men Jesus vissaði hann um, at hann var elskaður og góðtikin út í odd og egg sum eftirkomari Ábrahams – t.v.s. eitt Guds barn (Luk. 19,9-10). Ein jødi kundi ikki fáa eina størri viðurkenning. Nú kundi Sakeus uppliva Guds signing, har hann var, og í tí arbeiði, hann hevði, uttan mun til um onnur høvdu ringt eyga á honum ella ikki.
E. C. ums.