Trúboðin 43.000 vitjanir higartil í ár

Heimasíðan hjá Trúboðanum www. trubodin.fo hevur nógvar vitjanir hvønn einasta dag og serliga seinastu tíðina.

Higartil í ár hevur trubodin.fo havt 43.000 vitjanir. Tað svarar til 530 vitjanir um dagin í miðal. Tað er 31% fleiri vitjanir enn somu tíð í fjør.

110 tíðindagreinar, andaktir, boðan o.a. hevur verið á heimasíðuni í sama tíðarskeiði.

Hesa vikuna, vika 12, hevur Trúboðin.fo havt nærum 4000 vitjanir.

Trúboðin er málgagnið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum.

Trúboðin er enn í dag ein savnandi liður í Heimamissiónini. Hann kunnar um tað fjøltáttaða arbeiðið hjá Heimamissiónini, eins og tíðindi frá Fólkakirkjuni og øðrum kirkjum og samkomum.

Dentur verður eisini lagdur á uppbyggjandi greinar, eins og at viðgera týðandi og viðkomandi evni.

Sostatt er Trúboðin, eins og navnið sigur, ein av trúboðarunum, ið røkkur longst út og hevur ein tann størsta lesaraskaran.

Øll hava fría atgongd til kristilig tíðindi og andliga uppbyggjandi tilfar á Trúboðanum. Arbeiðið at framleiða tilfar kostar framvegis væl av peningi, og miðilin verður rikin av gevarum, ið seta prís uppá innihaldið í miðlinum og vilja stuðla tí.

LES EISINI  Spurnakassin á Trúboðan í morgin

Vit takka hjartaliga fyri stuðul til Trúboðan. Til ber at stuðla her…

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina