Sorg og ótti millum tey kristnu í Sýria
Álopsbylgjan móti alawittunum í landnyrðings Sýria heldur fram, og kristni minnilutin í landinum óttast at verða næsta málið fyri harðskapinum hjá islamistunum.
Tey kristnu í Sýria hava í mong ár verið ein minniluti í landinum, men kríggið í Sýria hevur gjørt støðuna hjá teimum uppaftur verri. Síðani borgarakríggið byrjaði í 2011, hava kristnir bólkar í Sýria upplivað ótryggleika, atsókn og harðskap frá ymiskum stríðandi pørtum.
Ein av høvuðsorsøkunum til hesa støðu er, at nógvir ekstremistiskir bólkar hava sæð kristin sum fíggindar ella sum mál fyri álopum. Hetta hevur ført til, at túsundtals kristin hava verið noydd at rýma úr landinum ella flýggja til tryggari økir innanlands. Kirkjur eru brendar, prestar eru dripnir, og familjur eru sundurskyldar í royndini at sleppa undan harðskapinum.
Óttin fyri framtíðini er stórur hjá teimum, ið eru eftir. Kristin í Sýria eru ikki bert óttafull fyri sínum egna lívið, men eisini fyri framtíðini sum kristin í landinum. Fleiri hava mist vónina um, at tey nakrantíð kunnu liva í friði aftur. Hóast stjórnarligar broytingar í landinum, er framvegis eingin trygd fyri, at tey kristnu fáa betri umstøður.
Samstundis hava kristnir samfelagsbólkar roynt at varðveita sín samleika og sína trúgv ígjøgnum samfelagsarbeiði og virksemi í teimum ymisku kirkjunum. Hóast tey verða hótt, halda mong fast við sína trúgv og sítt samfelag, og hetta hevur givið teimum eina kenslu av samanhaldi og styrki.
Tó at umstøðurnar eru torførar, er tað týdningarmikið at varpa ljós á støðuna hjá teimum kristnu í Sýria. Altjóða samfelagið kann hava ein leiklut í at verja minnilutabólkar og tryggja, at teir fáa rættindi og verju í einum framtíðar Sýria, sum ikki er merkt av ótta og atsóknum.
Tey kristnu eru óttafull
Tíðindadeildin hjá kristnu sjónvarpsrásini CBN hevur samrøðu við John Samara frá felagsskapinum Ananias House í Sýria.
– Hetta er eitt fólkamorð, sum fer fram. Heilar bygdir eru lagdar í oyði, har íbúgvarnir – menn, kvinnur og børn – eru dripin, sigur Samara um drápini, sum hava rakt alawittarnar hesar seinastu dagarnar.
Hann greiðir frá, at orsøkin til, at fleiri hús hjá teimum kristnu eru løgd í oyði, er, at nógv kristin hava verið noydd at rýma frá heimum sínum undir álopunum. Tá hava húsini staðið opin. Samara sigur eisini, at fleiri kristin eru dripin. Hann kennir til ein pápa og ein son úr eini evangeliskari kirkju, sum hann sigur, blivu skotin og dripin við køldum blóði.
– Vit syrgja saman við øllum teimum, sum hava mist onkran, sigur tann sýriski kristni leiðarin, sum sjálvur er uppvaksin í Damaskus.
Samara sigur, at ræðslan, sum kristin í Sýria nú merkja, ikki bert stavar frá tí, sum hendir í løtuni. Hon kemur eisini av tí, sum stuðlar hjá nýggja stjórnini hava sagt við tey.
– Hermenninir hava sagt við tey: «Bíðið bara, til vit hava fingið fulla stýring á landinum. So er tað tykkara túrur», sigur hann.
Nú heitir hann á kristin í Vesturheiminum um at tala søk teirra veiku og teirra, sum onga rødd hava – fyri allar minnilutabólkarnar, sum verða raktir av harðskapinum hjá islamistunum.
– Kirkjan má standa saman við øllum teimum, sum verða kúgað, sigur hann.
Sí eisini sjónbanda samrøðu við Samara niðanfyri.
Kelda: CBN-news
Ásbjørn Jacobsen, umsetti