Sætta krossarorðið

“Tað er fullgjørt!” Jóh. 19,30

Tað er bara Jóhannesar evangeliið, sum hevur hesi orðini við: “Tað er fullgjørt!” Hini evangeliini siga, at Jesus doyði við einum hørðum rópi. (Matt. 27,50 – Mark. 15,37 – Luk. 23,46)

Jóhannes sigur einki um hetta harða rópið, men at Jesu síðsta orð var: “Tað er fullgjørt!” Frágreiðingin er, at tað harða rópið og orðini “Tað er fullgjørt” eru ein og sama sak.

Á grikskum verða orðini “Tað er fullgjørt” umsett við einum orði, nevniliga “tetelestai”. Hetta orðið merkir eitt triumferandi róp, eitt sigursróp. Tað merkir eitt róp av gleði, tí sigurin er vunnin. Hetta er rópið frá manninum, sum hevur fullført sína uppgávu og vunnið krúnuna.

Tað kundi tykst, sum hann hevði tapt á krossinum; men hann visti, at tað var hann, sum hevði sigrað!

“Tað er fullgjørt” merkir á handilsmáli, at allar rokningar eru goldnar. Skuldin er strikað. Hetta er ein andaligur sannleiki fyri okkum!

LES EISINI  Tann roynda trúgvin

Langafríggjadag varð skuldarbrævið neglt til krossin og útstrikað, og Jesus sigraði á hinum ónda á krossinum – Kol. 2,14-15.

Paulus sigur tað so sterkt í Róm. 8,34: “Hvør er tann, sum fordømir? Kristus Jesus er tann, sum deyður er …”

Hatta er svarið upp á alt.

Sten Sørensen.
Effie Campbell umsetti.

Les eisini:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina