Trúgv, sorg og vón í mótgongd
Tá ið Jakob fekk tey ringastu boðini, ein pápi kann fáa, upplivdi hann eitt botnleyst tómrúm og máttloysi.
Sonurin, Simon, fekk staðfest ein álvarsaman heilasvull, og alt familjulívið broyttist. Jakob, sum bæði er pápi og prestur, upplivdi, at hann ikki kundi stýra støðuni við egnum mátti – hann mátti venda sær til Gud.
Gerandisdagurin var merktur av iva, sorg og vónloysi. Men í øllum hesum helt hann fast um trúnna á Jesus Kristus og serliga hetta versið hjá Jóh. 14,1: “Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Gud, og trúgvið á meg!”
Søgan um Jakob er ein áminning um, at trúgv, vón og kærleiki kunnu bera okkum – eisini tá ið lívið er tungt og myrkt.
Hoyr hansara rørandi vitnisburð, um at vera pápi, missa sonin og kortini varðveita trúnna.
Kelda: Hann Lever