Gevandi at samstarva um páskastevnu
Í døgunum 17.-21. apríl skipaðu KFUM & K í Klaksvík, Thabor í Fuglafirði, Bethania í Gøtu og Leirvíkar Missiónshús í felag fyri páskastevnu.
Á møtunum talaði Alfred Olsen, og framførslur vóru m.a. frá gospelkórinum Lanterna úr Fuglafirði, Gøtu kirkju barnakóri og Lý P. við fleiri. Eisini høvdu Árni Jacobsen og Høgni Jógvansson úr Leirvík yrkt ein nýggjan páskasang til høvið, sí https://trubodin.fo/nyggjur-paskasangur/.
Skráin byrjaði í Klaksvík skíriskvøld við ungdómsmøti, og húsið var stúgvandi fult av ungum, sum høvdu leitað sær inn undir Guðs orð. Mett varð, at eini 250 fólk vóru á møti.
Langafríggjadag var andakt og sangløta í Fuglafirði, og leygarmorgun varð skipað fyri gongutúri um fjall úr Leirvík til Gøtu. Umleið 20 fólk vóru við á túrinum, sum endaði við drekkamunni og andakt í Gøtu kirkju.
Páskadag var fyrst møti og seinni sang- og vitniløta í Klaksvík, og páskastevnan endaði 2. páskadag við møti í Leirvík.
Fyriskipararnir lata væl at og siga, at tað eydnaðist sera væl at skipa páskastevnuna í felag.
– Har var nakað fyri øll, meinigheitirnar hjálptu til hjá hvørjum øðrum, og nógv nýttu høvið til at savnast um páskaboðskapin. Samstarvið hevur verið gevandi og er eisini við til at styrkja samanhaldið millum meinigheitirnar, so hetta kann saktans roynast aftur, siga teir.
Myndir: Jóannes Poulsen