Ágrýtin íverkseti í Guds ríki

Finn Bjarnastein, ið er ættaður úr Fuglafirði og býr í Noregi, møtti Jesusi sum 16 ára gamal. Eisini nú, hann er vorðin 80 ár, heldur hann áfram at tæna Harranum í missiónini.

Sum 16 ára gamal møtti hann Jesusi. Nú eldsálin er 80, so er nógv at minnast aftur á eftir eitt langt lív í tænastu fyri Harran. Heilsan er versnað nakað seinasta árið, men Finn Bjarnastein heldur enn á við sínum arbeiði. Á heysti 2024 skipaði hann fyri seminari fyri frítíðartrúboðarar, og sagt verður, at hann enn er virkin.

Í missiónshúsinum – og uttanfyri

– Hvat er tað størsta, tú hevur fingið loyvi at vera við til í tænastu fyri Gud? spyrja vit. Finn hugsar seg ikki leingi um, áðrenn hann svarar: – Tað má vera Fjordly Ungdómsmiðstøðin. At fáa loyvi at byggja nakað, sum hevur havt so stóran týdning fyri so nógv børn og ung síðani 1973, gevur honum stóra gleði.

LES EISINI  Heimsmál #1

Finn Bjarnastein er snikkari, og hann heldur, at tann tænastan, ið hansara starv hevur borið við sær, er líka andalig sum nógvar prædikur, hann hevur hildið gjøgnum lívið. Í sínum egna virki, við upp til tríati starvsfólkum, hevur hann havt nógvar góðar samrøður um lívið og Guds ríki saman við starvsfeløgum uttanfyri missiónshúsið.

Tá ið Bíbliuskúlin í Grimstad varð settur á stovn, sat Finn í stýrinum. Hansara royndir sum íverkseti komu væl við í fyrireikingunum, og saman við einum kenningi, ið var málari, fór hann til Suðurlandið í byggitíðarskeiðnum og gav skúlanum ein mánað við sjálvbodnari arbeiðsmegi.

Úr Føroyum til Noregs

Snikkaraútbúgvingina tók Finn í Føroyum, tá hann hevði gingið eitt ár á bíbliuskúla í Staffeldtsgate í Oslo. Eisini hevur hann verið ferðandi sang-evangelistur í Nordfjord. Beint eftir bíbliuskúlan í 1962/63 hevði hann verið við at bygt eitt fjós. Tað gav honum hug fyri snikkarastarvinum: – Tað dámdi mær væl, men so kom kallið úr Nordfjord. Hann angrar ikki, at hann segði ja til kallið.

LES EISINI  OM Føroyar hevur aðalfund 29. apríl

Føroyingurin treivst væl sum prædikumaður. Meðan hann ferðaðist í økinum, fekk hann eisini eyga á hana, sum seinni gjørdist kona hansara.

Av øllum sínum tænastum nevnir Finn tænastuna sum hjúnafelagi og pápi sum tær týdningarmiklastu.

Hann smílist og sigur, at unga parið fylgdi tilráðingini frá Hallesby og skrivaði brøv sínámillum fyri at læra hvønn annan betri at kenna: – Vit kunnu smílast, men tað var praktiskt, tí eg fór fyrst til Niðurlond at arbeiða í Sjómanskirkjuni, og síðani heim aftur til Føroyar í snikkaralæru.

Sporini

Signy, unnustan, kom aftaná til Føroyar, og eftir tveimum árum í læru fór hin ikki heilt lidni snikkarin til Noregs fyri at búsetast har. Árið var 1967. Tað merkti eisini byrjanina til samanhangandi tænastu í rørsluni, sum nú eitur Normisjon. Onkuntíð sum løntur, men fyri tað mesta sum sjálvboðin, hevur hann snikkað, prædikað, spælt guitar og sitið í ungdómsnevndum, økisráðum, høvuðsstýrinum og ymsum bygginevndum.

Alt hetta í sambandi við eina aðra týðandi tænastu: sum hjúnafelagi og pápi. Øll trý børnini eru nú, sum vaksin, virkin í kristiligum arbeiði har tey búgva.

LES EISINI  - Tað, sum tú verður góður við sum barn, tað verður tú eisini góður við sum vaksin

– Ein partur av okkara tænastu er at biðja fyri teimum og børnum teirra, sigur Finn Bjarnastein takksamur.

Sporini, hann hevur sett í teirra lívi, upplivir hann uttan iva sum tey týdningarmiklastu.

Finn og konan vitjaðu ofta í Fuglafirði. Hann smíðaði sær eini nýggj og fitt hús í Fuglafirði fyri umleið 15 árum síðani, men í fjør seldi hann tey. Hann hevur havt møti í Thabor, so at siga hvørt ár í nógv ár, men í fjør takkaðu tey fyri seg og søgdu, at tey selja húsini og vænta ikki at koma aftur hendan vegin vegna aldurin.

Kelda: Normisjon

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina